Stórt framstig fyri Gilla í Brann

Eliteserian: Gilli Rólantsson fekk í gjár sínar fyrstu minuttir undir nýggja venjaranum, og átti lut í máli

Brann Bergen fekk í gjár eitt stig í dystinum móti Stabæk í bestu norsku deildini. Sæð við føroyskum eygum, so er tað hugaligt at Gilli Rólantsson kom á vøllin fyri fyrstu ferð, síðani liðið skifti venjara, og fyri fyrstu ferð, eftir at trongisvágssingurin fekk korona.

Tað var 1-0 til Stabæk, tá Gilli Rólantsson í 63. minutti fekk sítt fyrsta innhopp undir nýggja venjaranum, Kåre Ingebrigtsen, tá hann kom á vøllin fyri Sander Svendsen.

Hesa løtuna stríddist Brann fyri at fáa eitt stig. Tað eydnaðist eitt korter fyri tíð, tá Gilli Rólantsson sendi bóltin innfyri. Eftir nærdyst og víðarispæling endar bólturin hjá Kristoffer Barmen, sum javnaði fyri Brann.

Tað er framvegis óvist, um Gilli Rólantsson hevur eina framtíð í felagnum. Hann hevur sitið nógv uttanfyri hetta kappingarárið, men nú hevur hann so víst seg fram fyri Kåre Ingebrigtsen. Brann er í holt við eitt vánaligt kappingarár. Liðið hevur 24 stig á 13. plássi, sum eitt pláss og fimm frá niðurflyting.

Samandráttur sæst við at trýsta á HER

<div data-vgtv-asset-id="207213"></div>