Dixon hevur sín egna klaverspælara við, sum saman við evnaríkum føroyskum tónleikarum koma at spæla við honum á konsertini.
Saman við Dixon kemur eitt stórt kór uppá um 80 fólk at syngja. Tað eru tey 3 kendastu rytmisku gospelkórini í Føroyum, Siloakórið, Vox og United Voices, sum eru saman um tiltakið.
Jessy Dixon er heimskendur »Black American Gospel« sangari. Jessy er ein slóbrótari, tá tað kemur til at blanda Black Gospel við populeran kristnan tónleik.
Við sínum mongu konsertum gjøgnum Amerika, Evropa, Afrika, v.m. hevur hann ognað sær tittilin sum »the King of Gospel?«
Dixon hevur arbeitt saman við mongum kendum artistum, eitt nú Paul Simon, Diana Ross, Randy Crawford, Ardrae Crouch v. m.
Í Føroyum er Dixon nok mest kendur frá videobondunum við Bill og Gloria Gater, har hann syngur saman við øðrum kendum gospelsangarum.
Dixon hevur givið út ein hóp av fløgum, sum hava givið honum fleiri gullplátur og Grammy nominatiónir.
Dixon skrivar sjálvur ein stóran part av tí, hann framførir. Hansara sangir verða eisini nógv brúktir av øðrum, og hann hevur eisini skrivað fleiri løg til aðrar kendar sangarar.
Millum sangirnir sum Dixon hevur skrivað eru "I Love To Praise His Name," "He's The Best Thing? To Happen To Me," "The Wicked Shall Cease Their Troubling," "He Has Done Great Things For Me," "I Know What Prayer Can Do," The Day You Set Me Free," "There is No Failure In God," "We Give You Praise," "You Bring The Sun Out," "The Failure Is Not In God It's In Me," "Give God The Glory," "I'll Be Alright," "I Expect To See Him," "Hold On A Little While Longer," "I'm Satisfied," "It's Alright Now," etc.
Meir kann lesast um Jessy Dixon á heimasíðu hansara
Siloakórið kemur, sum navnið eisini sigur, úr Siloa í Fuglafjørði. Kórið er samansett við fólki úr brøðrasamkomuni ymsastaðni í Eysturoynni. Kórið er undir leiðslu av Eyðun av Lakjuni.
Gospelkórið VOX heldur til í Meinigheitshúsinum á Glyvrum. Tað eru ungfólk úr heimamisjónini í Eysturoynni sum manna kórið. Kórleiðari hjá VOX er Ásbjørn Berthelsen av Strondum.
United Voices er eitt tvørkirkjuligt gospelkór, við luttakarum úr øllum landinum. Kórið er undir leiðslu av Eiriki Skála av Argjum.