Enn einaferð ber almennur loftmiðil ókritiskt ivasom stórtíðindi frá samgonguni: Landssjúkrahúsið skal hava funnið feil í fakturering frá Ríkissjúkrahúsinum, so at ov nógv var um at verða goldið við peningi, vit fáa frá dønum til sama endamál. Men landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett nýggja eftirlitsskipan í verk, so at hetta ikki hendi.
Høvuðstíðindini í Útvarpi Føroya mikukvøldið 19. november vóru søgan um ein faktureringsfeil, sum Ríkis-sjúkrahúsið skuldi havt gjørt fyri eina sjúkraviðgerð av føroyingi. Men hetta var avdúkað, orsakað av, at Landssjúkrahúsið hevði innført eina nýggja eftirlitsskipan, har rokningar frá Ríkissjúkrahúsinum verða eftirkannaðar.
Bill Justinussen hetjan
Hetjan í hesi søgu tyktisk vera landsstýrismaðurin í heilsumálum Bill Justinussen, sum kundi greiða frá, at eftirlitsskipanin var sett í gildi, so slíkt bleiv avdúkað.
Men søgan slapp (sum vanligt) at standa sum ein rósa til samgonguna og við einum undirtóna av kritikki av Ríkissjúkrahúsinum, hvør skal siga, at hetta kanska ikki var eindømi, soleiðis at vit føroyingar kanska gjalda ov nógv fyri sjúkraviðgerð í Danmark.
Hevur onki fantilsi verið á bókhaldinum?
Ikki eitt orð var tikið upp á tungu, um hetta veruliga hevur verið vanligt, at rokningar ikki verða eftirkannaðar á Landssjúkrahúsinum. Tað ger hóast alt hvør húsmóðir, tá ið hon fer til handils, hvørt húski, tá ið tað fær rokning fyri eina hvørja útreiðslu og hvørt virki, tá ið tað skal gjalda fyri onkra tænastu ella keyp.
Torir Bill Justinussen veruliga at koma við ábendingum um, at onki fantilsi hevur verið í bókhaldinum á Landssjúkrahúsinum? Passar hetta, Pól Gert Hansen, sjúkrahússtjóri?
Gjalda við peningi úr Danmark
Heldur ikki var tikið upp á tungu, at vit vóru um at gjalda ov nógv við peningi, vit fáa frá dønum til sama endamál, altso fyri sjúkraviðgerð av føroyingum.
Føroyskir journalistar undirbráttligir?
Álvaratos, hvussu er áfatt við føroyskum journalistum? Eru teir ikki førir fyri at skyna millum týðandi og týdningarleys tíðindi? Eru teir ikki førir fyri at stilla kritiskar spurningar? Ella eru teir so undirbráttligir, at samgongan er friðhalgað, tí tjóðveldislandsstýrismaðurin í mentamálum er hægsti leiðari av útvarp-inum og sjónvarpinum, og ongin kærumøguleiki finst? Helt allur kritiskur journalistikkur uppat við bankakanningini hjá Høgna Hoydal?