Stórt konserttiltak á Sandi í dag

Á seinsummardegnum á Sandi í dag er nógv ymiskt á skránni, og flestu tiltøk eru ókeypis, eisini stóra konserttiltakið.

Seinsummardagurin á Sandi í dag byrjaði stundisliga klokkan 10 í morgun við stórum og ókeypis morgunmatarborði, og klokkan 10 lótu eisini ókeypis hoppiborgir upp, umframt boing-bóltar á FIFA-vøllinum.

 

Listasavnið hevur verið opið, og frá á middegi í dag hevur eisini verið høvi at royna 7D-biograf. Túrar eru gjørdir kring um í bygdini, eitt nú í Todnesi, Klettafjósið og í býlinginum í Koytu.

 

Forvitnisligt sølutorg við lokalum matvørum er nú í tímunum frá klokkan 12-15, og frá á middegi og heilt til midnátt hevur ungmannafelagið Virkið sølubás við mati og drekka.

 

Veltan hevur opið hús í dag frá klokkan 14.30 til 15.30, og nú klokkan 15 fer Jákup Reinert Hansen at halda fyrilestur í Sands kirkju um kristindómurin fyri 1000 árum síðan.

 

Bæði klokkan 15 og 16 verður filmsýning í Virkinum, og klokkan 15 fara bæði Marine Harvest, MBM og Føroya Bjór eisini at bjóða ókeypis smakkiroyndir.

 

Ókeypis barnatiltak verður í tjaldinum við BUBU klokkan 17, og klokkan 18 fara Ørvaroddar at grilla búffar og grís.

 

Stórt og ókeypis konserttiltak verður í tjaldinum frá klokkan 19-23, og í kvøld verður góður dansur í ungmannafelagshúsinum Virkinum, og her verður dansað til klokkan 04 sunnumorgunin.