Stórt úrslit fyri róðrarfelagið

Ágrýtin, málrættaður, treiskur og ómetaliga raskur. Tað eru skoðsmálini, sum 17 ára gamli Sverri Svendberg Nielsen fær frá formanninum í Miðvágs Róðrarfelag

- Eg dugi ikki at siga, um vit høvdu væntað tað. Vit vónaðu tað besta, og vit eru heilt ótrúliga errin av honum.
Tað sigur Jógvan Hans Hansen, formaður í Miðvágs Róðrarfelag, har nýggi heimsmeistarin hevur fingið sína róðraruppaling. Lítla róðrarfelagið í Vágum hevur skapt karmarnar fyri venjingini, sum miðvingurin hevur fingið.
Formaðurin í Miðvágs Róðrarfelag greiðir frá, at Sverri Sandberg Nielsen fór at rógva fyri einum ári síðan. Tað vísti seg beinanvegin, at hann hevði neyðuga ágrýtni at gera seg galdandi. Evnini vóru betri enn hjá hinum, og hann hevur altíð verið sera málrættaður í síni venjing.
- Tað er sjálvsagt týdningarmikið fyri okkum, at vit eiga ein part av hesum heimsmeistaraheitinum. Vit hava lagt nógva orku í at fáa nøktandi venjingarumstøður til rógvarnar í felagnum, og tað hevur givið úrslit, sigur hann.
Formaðurin í Miðvágs Róðrarfelag brúkar lýsingarorðini ágrýtin, málrættaður, treiskur og ómetaliga raskur um nýggja heimsmeistaran.

Okkara lyndi
Jógvan Hans Hansen heldur, at tað er innigrógvið í føroyingar at stríðast. Hann vísir á uppleggið hjá Sverra Sandberg Nielsen at byrja róliga og rógva við fullari megi móti endanum. Sinnislagið í føroyingum er at kroysta seg heilt út á markið. Nakað, sum er nærmast ókent fyri rógvarar úr øðrum londum. Hinir rógvararnir í gjár róðu við javnari ferð allatíðina, meðan miðvingurin fór til stroks seinastu metrarnar.
- Tað er eisini ein fyrimunur at hava royndir frá føroysku kappróðrarbátunum. Føroyingar hava sín egna hátt at rógva í tungu føroysku kappróðrarbátunum, og tað samsvarar væl við at rógva inniróður, sigur Jógvan Hans Hansen.