Reiðarin á trolbátinum Skálafossi hevur fingið sektaruppskot fyri at royna á stongdari leið. Við øllum vil ákæruvaldið hava hann at gjalda 480.000 krónur Seinni í dag fer reiðarin á Skálafossi at svara um hann tekur við sektaruppskotinum, sum hann fekk í gjár frá ákæruvaldinum.
Sektaruppskotið er 200.000 krónur í bót, at halda verður lagt á reiðskapin, sum er smáar 200.000 krónur verdur og virði á fiskinum, sum fiskaður var ólógliga eftir fatanin hjá politinum. Veiðan var verd 80.000 krónur.
Reiðarin vildi ikki svarað, fyrr enn hann í dag hevði tosað við advokat sín.
Ákæruvaldið sigur, at Skálafossur í fýra førum var inni á stongda kassanum vestan fyri Føroyar. Henda leið er bara stongd í gýtingartíðini, frá 15. februar til 31. mars