Føroyska kvinnulandsliðið setti í kvøld hol á nýggju HM-undankappingina, tá ið tað snúði seg um heimadyst á Tórsvølli ímóti Kekkia. Hetta var kappingin, sum føroysku kvinnurnar spældu seg í eftir tríggjar sigrar í undan-undankappingini ímóti Luksemburg, Montenegro og Turkalandi.
Tað gjørdist skjótt greitt, at hetta var heilt onnur mótstøða enn tann í undan-undankappingini. Kekkia vóru tryggar á bóltinum, og tá ið átta minuttir vóru spældir legði Jana Sedlacková gestirnar á odda 1-0. Hon prikaði eitt hornasparksinnlegg í málið.
Støðan helt sær til fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Tá fekk Kekkia tvey skjót mál, og Eva Bartonova og Tereza Kozarova syrgdu fyri 3-0-leiðslu til Kekkia. Gestirnir gjørdu tað als ikki lætt fyri føroysku verjuna, og tær hildu á at trýsta.
Løtuna undan hálvleikssteðginum skrædnaði fullkomiliga. Kekkia revsaði eina ivasama føroyska verju, og við málum frá Petra Divisova,Tereza Kozarova og Katelina Svitkova fór Kekkia til hálvleiks við sannførandi 6-0-hálvleiksleiðslu.
Føroysku kvinnurnar høvdu ein annan stríðsvilja við inn til seinna hálvleik, og Kekkia fekk ikki eins nógvan frið at spæla sítt spæl. Seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin, tá ið Kekkia fekk sítt sjeynda mál. Málskjútti var Tereza Kozarova, ið harvið fekk hattrikk.
Sum so mangan fyrr í dystinum, so fekk Kekkia eitt mál afturat nærum beint aftaná tær júst høvdu skorað eitt. Hesaferð var tað Lucie Vonkova, ið bleiv púra leys í brotsteiginum og gjørdi tað til 8-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hetta var ein marrubyrjan upp á HM-undankappingina, men longu mánakvøldið hava tær møguleika at reisa seg aftur, tá ið tær spæla á útivølli ímóti Íslandi. Tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, kann lesast niðanfyri hesi hagtølini:
Føroyar – Kekkia 0-8 (0-6)
0-1: Jana Sedlacková, 8.
0-2: Eva Bartonova, 25.
0-3: Tereza Kozarova, 27.
0-4: Petra Divisova, 39.
0-5: Tereza Kozarova, 40.
0-6: Katelina Svitkova, 44.
0-7: Tereza Kozarova, 68.
0-8: Lucie Vonkova, 70.
Føroyar: Anna S. Hansen - Birna T. Mikkelsen (61. Birita B. Nielsen), Lív F. Arge, Súsanna Maria Hansen, Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal (72. Margunn Lindholm), Ásla Johannesen - Rannvá B. Andreasen, Milja R. Simonsen (82. Elisabet Vang)
Liðugt: Kekkia vann 8-0.
82min.: Føroyar hava skift út á triðja og seinasta sinni. Milja R. Simonsen hevur runnið fyri seg í kvøld, og í hennara stað kemur Elisabet Vang.
72min.: Føroyar skifta út. Ansy Sevdal, sum hevur eitt gult kort, verður skift út. Inn kemur Margunn Lindholm.
71min.: Áskoðaratalið á Tórsvølli í kvøld er 517.
70min.: 8-0 til Kekkia! Føroyska miðverjan fer púra skeiv av einum innleggi. Lucie Vonkova gerst púra leys og leggur bóltin lættliga í málið.
68min.: 7-0 til Kekkia! Eitt langskot brestur í tvørtræið, og Tereza Kozarova er fyrst á returbóltinum og skorar.
62min.: Føroyar fremur sína fyrstu útskifting. Út fer Birna T. Mikkelsen, og inn kemur Birita B. Nielsen.
61min.: Gult kort til Ansy Sevdal.
50min.: Tað er eyðsæð, at føroysku kvinnurnar leggja meira fyri í seinna hálvleiki.
46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður. Føroyar hava ikki framt nakra útskifting. Tó hevur Kekkia framt eina útskifting.
Hálvleikur: Hetta var einki stuttligt. Kekkia er greitt betra liðið og fer til hálvleiks á odda 6-0. Ein kann vænta, at føroyski landsliðsvenjarin fer at skifta leikarar út longu í hálvleikssteðginum.
44min.: 6-0 til Kekkia! Nú er tað Katelina Svitkova, ið skorar. Tær føroysku hava brúk fyri at sleppa til hálvleiks.
40min.: 5-0 til Kekkia! Tær sleppa leikandi lætt inn um verjuna, og nú líkist tað einum skrædli. 5-0 eru gestirnir nú á odda.
39min.: 4-0 til Kekkia! Petra Divisova smekkar til og leggur Kekkia á odda 4-0.
35min.: Kekkia er greitt betra liðið. Hetta er onnur mótstøða enn í undan-undankappingini.
28min.: Anna S. Hansen við einari stórbjarging og forðar fyri at tað verður 4-0.
27min.: 3-0 til Kekkia! Tað er leyst í føroysku verjuni. Tereze Kozarova sleppur inn um verjuna og leggur gestirnar á odda 3-0.
25min.: 2-0 til Kekkia! Eva Bartonova skjýtur eitt langskot, og eftir eitt sindur av ping-pong endar bólturin í málinum.
20min.: Lucie Vonkova er væl uppløgd hjá gestunum, og nú er hon tætt við at økja til 2-0.
14min.: Kekkia er omaná. Nú senda tær eitt innlegg innfyri, og tær eru tætt við at stúta hann í málið.
10min.: Gott føroyskt uppspæl endar við einum hornasparki, sum tó einki spyrst burturúr.
8min.: 1-0 til Kekkia! Gestirnir vinna sær eitt hornaspark, og innleggið verður stútað í málið. Málskjúttin er Jana Sedlacková.
3min.: Føroyar hava mótvind í fyrra hálvleiki. Kekkia hevur roynt at sett fyrstu álopini í gongd.
1min.: Dómarin, Simona Ghisletta (Sveis), hevur bríkslað dystin í gongd.
Undan dystinum: Veðurlíkindini á Tórsvølli í kvøld eru á einari leið. Tað er eitt frískt lot eftir vøllinum, og tað hevur hug at regna.
Undan dystinum: Føroyar eru við í hesi undankappingini, tí at tær í apríl vunnu undan-undankappingarbólkin. Tær føroysku vunnu allar tríggjar dystirnar ímóti Montenegro, Luksemburg og Turkalandi.
Føroyska byrjunaruppstillingin: Anna S. Hansen - Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Súsanna Maria Hansen, Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Ásla Johannesen - Rannvá B. Andreasen, Milja R. Simonsen
Bonkurin: Monika Biskopstø, Rebekka F. Benbakoura, Birita Bergsdóttir Nielsen, Durita Hummeland, Margunn Lindholm, Liljan Jacobsen og Elisabet Vang.