Føroyska kvinnulandsliðið hevur júst spælt seinna venjingardystin ímóti Íslandi, og aftur í dag gjørdist talan um eitt heldur stórt tap.
Í gjár vann Ísland 28-20, eftir at Føroyar høvdu gjørt sera nógv mistøk og brent illa í fyrra hálvleiki. Tá gekk frægari í seinna hálvleiki, og Ísland økti ikki um munin eftir hálvleiksstøðuna 17-9.
Í dag var søgan umvend.
Føroyar fylgdu væl við í fyrra hálvleiki, og hevði javnleik 11-11 áðrenn Ísland økti upp í hálvleiksstøðuna 13-11.
Í seinna hálvleiki rann Ísland undan, og tað gjørdist rættiliga tíðliga greitt, at Ísland fór at vinna stórsigur.
Tað endaði við úrslitinum 34-18 til Íslands.
Les meira um dystirnar og kvinnulandsliðið í Ítrottarsosialinum mánadagin.