Tey bæði stóru grønlendsku bløðini, AG og Sermitisiaq, hava gjørt av at leggja saman.
Frá 1. januar komandi ár leggja tey bæði landsdekkandi grønlendsku bløðini saman við einari umsiting, adressu, og heimasíðurnar hjá báðum bløðunum skulu hava sama netportal.
Tey bæði bløðini halda kortini fram við høvr sínari útgávu. Men avleiðingin er, at AG so bara kemur eina ferð um vikuna í staðin fyri tvær ferðir, sum higartil.
- Lækkaðar lýsingainntøkur seinastu tíðina hava havt negativa ávirkan á fíggjarstøðuna hjá bløðunum. Harafturat hevur avtøkan av blaðútberingarstuðlinum tikið grundarlagið undan bløðunum. Gongdin við fallandi lýsingarinntøkum, serliga starvslýsingum frá tí almenna, sær út til at halda fram, skriva AG og Sermitisiaq í einum felags tíðindaskrivi.
Fyri stuttum vóru stórar sparirundur á báðum bløðunum fyri at tillaga seg til kreppuna, men hóast hetta, eydnaðist tað ikki at bjarga bløðunum á núverandi støði. Tí komu leiðslurnar til ta niðurstøðu, at tað var neyðugt at leggja saman fyri at halda fram.
- Endamálið við samanelggingini er at tryggja framtíðina hjá báðum bløðunum, og at tryggja flest møgulig arbeiðspláss og ikki minst at tryggja frælsu og óheftu pressuna. Tað hevur verið av stórum týdningi fyri leiðsluna framhaldandi at geva út tað 150 ára gamla blaðið, Atuagagdliutit (AG) og tað 50 ára gamla blaðið Sermitsiaq, tí tey eru bæði ein týdningarmikil partur av samfelagsmenningini, siga leiðslurnar í felags tíðindaskrivinum.
Tær siga eisini, at bløðini halda fram við ymsu journalistisku linjunum sereyðkennunum sum frammanundan.
Á nýggjárinum fer vinnurekandi grunnurin AG/Sermitisiaq, at reka bløðini undir leiðslu Poul Krarup, sum verður stjóri og blaðstjóri, og Inga Dora G. Markussen, sum verður eisini verður ábyrgdarblaðstjóri.