FÓTBÓLTUR
Nógv munnu halda, at tá eitt fótbóltskappingarár endiliga er liðugt, so ræður friður á borgum hjá teimum ymisku feløgunum kring landið, men so er ikki. So skjótt sum eitt kappingarár er komið at enda, byrja feløgini at fyrireika seg til komandi kappingarár, og tá ræður um at vera fyrstur eftir leikarum, sum eru fríir á marknaðinum, ella at styrkja seg á teimum plássum, har eitt lið følir, at tað hevur brúk fyri nýggjum leikarum.
Hesin vetrarsteðgurin, sum spakuliga er byrjaður at halla, hevur verið minst líka hendingaríkur, hvat viðvíkur spælarahandlum, sum undanfarnu vetrarsteðgirnir hava verið. Fleiri feløg hava verið sera aktiv á tí sokallaða transfermarknaðinum, og hetta hevur ført við sær, at fleiri av feløgunum í formuladeildini kunnu stillað við nýggjum og spennandi leikarum til komandi uppgávurnar.
Fríggjakvøldið var so seinasti møguleiki hjá feløgunum at tryggja sær styrk til komandi kappingarár, tí tá stongdi transfermarknaðurin nevniliga. Sosialurin hevur hugt eftir, hvussu tey ymisku feløgini í formuladeildini hava styrkt seg, og hvørjar leikarar feløgini hava mist.
Toppskjúttin til meistararnar
Sum øllum kunnugt, so vann HB meistaraheitið síðsta kappingarár, tá teir fóru fram við EB/Streymi á seinasta leikdegi. Ikki kann sigast, at HB hevur verið mest aktiva felag á transfermarknaðinum, men á pappírinum hava teir tó styrkt munandi um liðið.
Efitr lokið kappingarár í fjør boðaði royndi HB-málverjin, Bárður Johannesen, frá, at hann gavst at spæla fótbólt á hægsta stigið. Hetta førdi við sær, at HB manglaði ein málmann afturat Trónduri Vatnhamar. Tað gekk tó ikki long tíð, so hevði HB skrivað undir sáttmála við málmannin hjá VB, Marcin Dawid, og so var tann trupulleikin loystur.
Milan Kuljic, sum skuldi vera í HB seinasta kappingarár, hevur eisini fingið síni loyvir í lagi, so hann verður eisini partur av besta liðnum hjá HB komandi kappingarár.
Hetta eru tó ikki einastu nýggju leikararnir, sum HB hevur fingið í vetrarsteðginum. Toppskjúttin frá seinasta kappingarári, Christian Høgni Jacobsen, sum bert hevur leikt fyri barndómsfelagið, NSÍ, her á landi, valdi eisini at royna nýggjar leiðir eftir lokið kappingarár í fjør, og her fall valið á meistaraliðið, HB.
Nýtt brøðrapar í EB/Streymi
Felagsliðið úr Sundalagnum hevur eisini styrkt um sítt lið fram ímóti nýggja kappingarárinum. Síðsta árið hava tvey brøðrapør sett sín stóra dám á felgasliðið. Her er talan sjálvandi um víkamenninar, Ronnie og Hans Paula Samuelsen, og kollfirðingarnar, Gert og Arnbjørn Hansen, og nú er enn eitt brøðrapar á veg til felagsliðið.
Brøðurnir úr Fuglafirði, Símun og Hanus Eliasen, spældu báðir við besta liðnum hjá ÍF í fjør, sum mátti ta tungu leið niður í 1. deild at spæla. Teir valdu tó báðir at ganga somu leið eftir kappingarárið í fjør, og valið fall á EB/Streym, sum nú er samansett av ikki færri enn trimum brøðrapørum.
Liðið, sum endaði á triðja plássi í fjør, B36, hevur eisini styrkt sær nakað um hópin. Klaksvíkingarnir Ovi Nysted og Allan Mørkøre vera báðir í felagnum komandi kappingarárið, og afturat sær hava teir fingið Helga L. Petersen, sum er komin úr NSÍ. Heini í Skorini verður eisini partur av B36-liðnum komandi árið. Hann hevur verið í Danmark í lestrarørindum í nøkur ár, men nú hann er komin heim aftur á klettarnar, er hann klárur at leypa í eldin fyri barndómsfelagið, B36.
Stór útskifting í Runavík
KÍ og NSÍ eru tvey av feløgunum, sum endaðu beint uttanfyri heiðursmerkini seinasta kappingarár, og hesi bæði hava eisini havt ávísar útskiftingar á liðnum fram til komandi kappingarár. Serliga NSÍ hevur verið aktivt á transfermarknaðinum, og fleiri rættiliga stór nøvn hava leitað sær til Løkin at spæla fótbólt komandi kappingarár.
Landsliðsleikararnir, Jonhard Frederiksberg og Hjalgrím Eltør eru báðir nýggir menn í NSÍ-búnanum. Eisini tveir útlendingar vera at finna í Runavík komandi kappingarár. Sterki miðvallarin, Nenad Stankovic, sum var á Skála síðsta kappingarár, og áleyparin, Anderson Castilho, sum er komin úr B68, hava báðir leitað sær út til Runavíkar, so liðið hjá NSÍ sær spennandi út.
Fleiri av ungu leikarunum, sum hava verið leigaðir út til onnur feløg í landinum, eru eisini komnir heim aftur til Runavikar. Her er talan um Johan Troest Davidsen og Debes Danielsen, sum báðir hava verið á Skála, Tórður Thomsen, sum hevur veið á Toftum, og Hjalmar Dalbúð, sum hevur verið hjá ÍF.
NSÍ hevur tó eisini mist eitt sindur av fólki, og serligur missur verður helst í toppskjúttanum, Christian Høgna Jacobsen, sum hevur valt at royna eydnuna í HB.
Eisini KÍ hevur skift nakað av fólki út. Atli Danielsen, Hjalgrím Eltør, Christian Lundberg og Sinisa Jovanovic vera ikki í felagnum komandi kappingarár, men KÍ hevur funnið nýggjar leikarar í teirra stað. Kaj Ennigarð og Gunnar G. Nielsen eru báðir komnir úr GÍ, og tveir útlendingar eru eisini komnir til felagið. Her er talan um amerikumannin, Kareen Smith, og onglendingin, Chris Cerony.
Stór frágongd á Skála
Skála er eitt av feløgunum, sum hevur havt størst frágongd eftir síðsta kappingarár. Jonhard Frederiksberg, Nenad Stankovic, Bjarni Jørgensen, Johan Troest Davidseb og Debes Danielsen eru allir farnir í annað felag, men Skála hevur tó eisini styrkt seg við onkrum leikarum.
Obi skal taka yvir plássið í álopinum eftir Jonhard, og Tony Rasmussen er eisini komin til felagið úr AB. Skála hevur eisini funnið sær ein nýggjan málmann. Teir hava styrkt seg við fyrrverandi TB-málmanninum, Predrag Markovic, og afturat hesum trimum, hevur Skála eisini fleiri nýggjar ungar leikarar í formulahópinum.
GÍ er helst tað felagið, sum hevur verið mest friðarligt á transfermarknaðinum. Teir hava mist Kaj Ennigarð og Gunnar G. Nielsen, sum báðir eru farnir til KÍ, og Hanus Jacobsen, sum er farin til AB.
Teir hava tó fingið tríggjar nýggjar leikarar, og hesir eru Atli Gregersen, sum hevur verið í felagnum fyrr, Poul Johannus Justinusen, sum er komin úr NSÍ, og so er ein nýggjur póllendingur, Thomasz Sajdak, eisini komin til felagið.
VB/Sumba hevur eisini verið eitt av friðarligu feløgunum. Teir hava skift út á málmansplássinum, har Vlada Filipovic, sum var á Skála í fjør, hevur tikið yvir eftir Marcin Dawid, sum skifti til HB. Annars hevur verið rættiliga friðarligt í sunnaru hálvu av Suðuroynni. Teir hava styrkt seg við onkrum ungum leikarar úr Suðuroynni, og annars hevur felagið eisini mist Aco Pandurovic og Tummas Paula Olsen.
Uppflytararnir hava styrkt seg
Uppflytararnir hava tað ofta strævið í teirra fyrsta ári í formuladeildini, men bæði B71 og AB hava styrkt um hópin í teirra royndum at yvirliva í bestu deildini.
B71 fekk eitt skot fyri bógvin fyri nøkrum vikum síðani, tá liðið mátti siga farvæl við liðskiparan, Bergleif Sólsker, sum valdi at halda fram hjá TB. Eisini danin, Asbjørn Hveldlund, er farin frá liðnum, men hetta eru eisini einastu leikararnir, sum B71 hevur mist.
Teir hava tó eisini styrkt sær nakað um hópin. Tveir nýggir brasiliumenn og ein dani eru komnir til felagið, og hesir skulu vera við til at halda felagnum í bestu deildini.
Hin uppflytarin, AB, hevur eisini mist onkran av sínum týdningarmestu leikarum. Rúni Nosøe og Allan Mørkøre eru farnir í onnur feløg, og eisini argjamaðurin, Tony Rasmussen, hevur leitað sær í nýtt felag.
AB hevur tó fingið nógvar nýggjar leikarar í hópin. Bjarni Jørgensen, Fróði Clementsen, Súni Fríði Barbá, Hanus Jacobsen, Hendrik Rubeksen, Bogi Hermansen, Magnus Poulsen og Danny Rasmussen skulu allir vera við til at styrkja AB-liðið komandi kappingarár, og afturat teimum vera eisini tveir danir.
Einki er at ivast í, at uppflytararnir kunnu fáa tað strævið, men tey hava tó bæði roynt at styrkt seg í teirra royndum at yvirliva í formuladeldini.