Tveir dystir hava higartil verið spældir í ensku Premier League í dag.
Fyrri dysturin var longu klokkan 12:30 í morgun, tá Southampton á heimavølli tók ímóti verandi ensku meistarunum úr Leicester.
Leicester hevur í alt ár havt torført við at liva upp til góða avrikið frá í fjør, og dysturin í dag var einki undantak. Dysturin endaði við einum sannførandi sigri til Southampton, sum vann heili 3-0. Sostatt má Leicester av álvara ansa sær í niðurflytingarstríðnum, har liðið enn hevur fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna. Tað kann tó skjótt broytast, tí longu í gjár vísti eitt av botnliðunum tenn, tá Swansea ógvuliga óvæntað vann 3-2 á útivølli móti Liverpool.
Seinni dysturin í dag var leiktur á Emirates leikvøllinum í London, har Arsenal tók ímóti Burnley. Arsenal var undan dystinum ein greiður favorittur, og teir løgdu seg eisini á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá verjuleikarin Shkodrdan Mustafi skoraði til 1-0. Men stutta løtu aftaná broyttust fyritreytirnar hjá Arsenal. Miðvallarin, Granit Xhaka, var tá útvístur, og tað gav Burnley eina lívlinju í dystinum.
Og í yvirtíðini varð líkt til, at Arsenal misti sigurin. Burnley fekk tá brotsspark, sum Andre Gray umsetti í málið til 1-1, sum elvdi til stóra øði hjá Arsenal venjaranum, Arsene Wenger, sum eisini varð útvístur.
Men í allar seinasta sparkinum í dystinum – átta minuttir inni í yvirtíðini – eydnaðist tað Arsenal at tryggja sær øll trý stigini. Arsenal fekk tá brotsspark, sum Alexis Sanchez umsetti í málið til 2-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Í løtuni er Arsenal tað liðið, sum gevur Chelsea harðast kapping um fyrsta plássið í Premier League. Um lítla løtu fer Chelsea at spæla, tá teir á heimavølli spæla móti Hull.
Úrslitini í dag:
Southampton – Leicester 3-0
Arsenal – Burnley 2-1