Í vár var lógin um studningslán til at byggja ellis- og røktarheim og sambýli broytt, so at stuðulin hækkaði.
Endamálið við tí var at eggja kommunum at seta ferð á at útvega búpláss til eldri.
Og má sigast at hava eydnast, tí nú umsóknarfreistin at søkja um stuðulslán var úti 1. Juli hevði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, fingið 11 umsóknir um stuðul frá 10 ymiskum kommunum, sigur Rósa Samuelsen í tíðindaskrivi beint nu.
Umsóknirnar eru hesar:
-Fuglafjarðar kommuna, bygging av røktarheimi til 20 búfólk
-Sjóvar kommuna, bygging av eldrasambýli til 10 búfólk
-Vágs kommuna, bygging av røktarheimi til 24 búfólk
-Vestmanna kommuna, bygging av røktarheimi til 24 búfólk
-Tórshavnar kommuna, bygging av røktarheimi Yviri við Strond til 64 búfólk
-Viðareiðis kommuna, bygging av røktarheimi á Viðareiði til 24 búfólk
-Kvívíkar kommuna, bygging av eldrasambýli til 10 búfólk
-Klaksvíkar kommuna, bygging av ellis- og røktarheimi til 48 búfólk
-Klaksvíkar kommuna, byggja eldrasambýlið í Svínoy til 8 búfólk
-Felagskommunan í Vágum, útbygging av á Sýnini við 16 búplássum
-Runavíkar kommuna, liðugtgerð av eldrasambýlinum á Skála, 7 búfólk
Eftir lógini kann landsstýriskvinnan lata 700.000 krónur í stuðli til hvørt búpláss á røktarheimum og 80.000 krónur fyri hvørt búpláss á eldrasambýlum. Kortini kann stuðulin ongantíð verða meira enn helvtina av samlaða kostnaðinum.
Tilsamans hevur Rósa Samuelsen 95 milliónir krónur til taks at lata í stuðli árini 2009-2011.
- Almannamálaráðið fer nú undir at viðgera allar umsóknirnar neyvt, áðrenn tilsøgn um stuðul verður latin kommunum. Í viðgerðini verður serliga tikið atlit til røktartørvin í økinum og Almannamálaráðið ráðførir seg eisini við Nærverk og Landsverk, áðrenn stuðul verður latin, sigur Rósa Samuelsen í tíðindaskrivi.