Tað eru fleiri fyritøkur, sum hava víst áhuga fyri at sleppa við á ferð til Ísrael, saman við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum.
Í sambandi við ætlanina at stovna eina føroyska sendistovu í Ísrael var ætlanin at fara eina ferð hagar hitta myndugleikarnar og at kunna seg við umstøðurnar.
Í tí sambandi spratt tankin um at gera hetta til eina vinnuferð eisini, og Jenis av Rana sigur, at hann er ovfarin av áhuganum. Hann sigur, at einar 15 fyritøkur hava víst áhuga fyri at sleppa við á ferðini.
– Tað eru javnan fyritøkur, sum spyrja seg fyri, leggur hann afturat.
Hann sigur, at talan er um ein fjølbroyttan skara av fyritøkum, sum hevur víst áhuga fyri Ísrael, bæði frálandavinna og fiskivinna, ferðavinna, KT-vinna og vinna innan hátøkni av ymsum slagi.
Tað hevur verið rættiliga umstrítt at samgongan ætlar at stovna eina føroyska sendistovu í Ísrael. Ein atfinning er, at tað er eingin grund til at hava nakra sendistovu har, tí Føroyar hava einki handilssamband við Ísrael.
Jenis av Rana sigur beint tvørturímóti, at tað, hann hevur fingið upplýst úr Ísrael, er ein sendistova fyrsta stigi til at fáa eitt vinnuligt samstarv í lag, tí tað verður sendistovan, sum fer at fáa tað neyðuga samskifti í lag.
Men hann sær ikki bara eitt vinnuligt samstarv fyri sær.
Hann vísir á, at Ísrael er ógvuliga frammaliga innan læknavísindi og í arbeiðnum at menna heilivág og hann sær eisini eitt samstarv við Ísrael á hesum øki. Eitt dømi kundi verið, at vit fáa eina skiftisskipan, har læknar úr Ísrael koma higar at arbeiða við millumbilum og at føroyskir læknar fara til Ísrael at arbeiða í millumbilum.
Ætlanin er, at tann føroyska sendistovan í Ísrael skal lata upp í november. Tað kanst tú lesa meiri um her: Hann var ræðuliga glaður
Annars er ætlanin at broyta mannagongdina, tá ið lýst verður eftir føroyskum sendifólki í Ísrael: Les meiri um tað her: Øll skulu sleppa at bjóða seg fram til umstrítt starv
Men annars verður støðan í sambandivið koronu avgerandi fyri, nær nakað av hesum verður veruleiki og nær føroyska sendinevndin kann fara til Ísrael. Jenis av Rana sigur í hesum sambandi er ikki annað at gera annað at síggja tíðuna ann.
Upprunaliga var ætlanin at ferðin skuldi vera í vár, men tað lat seg ikki gera av koronu, so ætlanin er at fara so skjótt, tað letur seg gera.