Fleiri toppdystir verða hetta vikuskifti, og líkt er til, at vit sunnudagin hava fingið eina greiða ábending um, hvussu støðan verður, tá ymsu feløgini fara í jólafrí
Áki við á Skála
Ein dystur verður longu leygardagin, tá Tjaldur og H71 bresta saman inni í Runavíkini. Hoyvíkingar fingu nakað av luft niður til kollfirðingar mikudagin, og leygardagin hava teir so møguleikan at lyfta seg enn longur upp, tá teir fara til Runavíkar. Lítið er tó at ivast í, at Tjaldur eisini vil hava okkurt at siga hesum viðvíkjandi. Tað einasta, sum kann sigast við vissu er, at vinnarin av dystinum kann draga andan eitt sindur lættari komandi tíðina.
Sunnudagin verða so tveir dystir, har 4 tey ovastu liðini í deildini fara at royna seg móti hvørjum øðrum.
Inni á Skála tekr StÍF móti Neistanum. Fyrra dystin teirra millum var eingin ivi, við tað at strandingar tá vundu burtur úr Neistanum. Higartil hevur so einki lið megnað at skala Jónleif og hansara menn, so ivaleyst munnu strandingar vera favorittar undan dystinum. Neistin hevur tó fleiri ferðir havt eitt gott tak á StÍF, so vónirnar um eitt gott úrslit eru helst til staðar. Harumframt verða hesar vónir helst ikki minni, við tað at Neistin í gjárkvøldi leikti dyst í steypakappingini, soleiðis at Áki Olsen kundi sita leikbanni av sær og tískil er til reiðar at fara á vøllin sunnukvøldið.
Uppi á Hálsi verður so enn eitt umfar í stóra klassikaranum í føroyskari hondbóltssøgu, tá Kyndil skal taka móti VÍF. Dystirnir millum liðini bæði hava mangan verið tættir, og einki er at ivast í, at soleiðis verður eisini hesu ferð. Dystin í Vestmanna vann VÍF tepurt, og hetta hevur so at siga verið søgan hjá Kyndil, hvørja ferð teir hava roynt seg móti hinum oddaliðunum. Sunnudagin vóna teir so, at teir vælkendu mariginalarnir verða í teirra parti, soleiðis at teir ikki dragna longur aftur í kappingini um heiðurstekin.
VB í eldin tvær ferðir
Tá vágsgentur fara norðanfjørðs at leika, er tað aloftast soleiðis, at tær í hvussu so er mugu nýta ein heilan dag til ferðina, og í summum førum tveir. Tískil er ofta skilagott at taka tveir dystir um ein kamb, og soleiðis verður hetta vikuskifti.
Fyrri dysturin verður leygarkvøldið, og helst eru vónirnar um stig sera góðar undan hesum dystinum. Enn hevur Tjaldur einki stig fingið, og skal VB til at reisa seg, skal okkurt ivaleyst henda í hesum dysti. Tjaldurskvinnurnar hava tó verið nær við seinastu dystirnar, og lítið er at ivast í, at tær eisini fara á vøllin fyri at vina. Livst so spyrst.
Sunnudagin fara vágbingar so til Klaksvíkar, har KÍ-høllin er karmur um dystin móti Stjørnuni. Stjørnan fekk seinasta vikuskifti rætta kósina uppaftur, soleiðis at VÍF ikki slapp at leggja seg á odda í kappingini. Ivaleyst vilja vágbingar eisini rætta sína skútu upp, við tað at úrtøkan higartil hevur verið eitt sindur lægri enn vónirnar. Tað man tó ikki vera sannlíkt, at tað verður í hesum dystinum, at tær fara at stýra millum skerini, tí Stjørnan verður av røttum kallað besta kvinnulið í landinum, og eu greiðir favorittar til hendan dystin.
Í Havn skulu kvinnurnar hjá Kyndli royna seg móti teimum úr Vestmanna, og skal Kyndil fáa fatur í oddaliðnum hesumegin jól, er tvingandi neyðugt, at tær fáa fulla úrtøku burtur úr hesum dysti. Vestmannagenturnar eru tó sera væl fyri í løtuni, og liggja í løtuni á odda saman við Stjørnuni. Størsta ivamálið man helst vera, um Ioana Rapa verður før fyri at spæla sunnudagin. Seinasta vikuskifti sat hon á beinkinum allan dystin, og hóast hon royndi seg eitt sindur mitt í vikuni, so megnaði hon ikki at spæla serliga leingi, áðrenn hon noyddist at seta seg aftur.
Skaðin, sum hon fekk móti Stjørnuni, er somikið álvarsligur, at tað kann ganga upp í eitt hálvt ár, áðrenn hon aftur er 100%. Talan er um tað, sum danir nevna »piskesmældskade«, og er hetta at samanbera við tað, sum hendir, tá mannakroppurin verður syftur frameftir í síðani brádliga steðgar, í t.d. eini ferðsluvanlukku.
Sjálv ætlar Ioana tó at royna at vera við í dystinum sunnudagin, tí sum hon sigur, so er talan um sera týdningarmiklan dyst. Hvat hon so megnar at útinna er so ein heilt onnur søga.