Stórur lønarvøkstur

Sammett við februar mánað í fjør øktust føroysku lønarútgjaldingarnar í ár við 10,9%
Tað tykist, sum er góð ferð á føroyska búskapinum. Lønarútgjaldingar plaga at vera eitt gott barometur í so máta, og tær eru í øllum førum vaksandi.
Sammett við februar mánað í fjør var vøksturin knøpp 11 prosent, og hetta er størsti vøksturin í fýra ár.
Tað er serstakliga innan privatu vinnuna, at talan er um vøkstur. Fiskivinnan stendur fyri størsta vøkstrinum, men eisini innnan handil, flutning, fígging, trygging og vinnuligar tænastur annars, hevur talan verið um stóran vøkstur.
Higartil í ár hevur vøksturin verið 8,4% sammett við 2005.