Stórur skari á brúkarafund

35 fólk komu uttan úr heimi á stóran brúkarafund, ið byrjar hósdagin

FUNDUR

Norðurlendska Brúkaranevndin fer í døgunum 12. og 13. september at halda ársfund og ráðstevnu í Føroyum.
Norðurlendska Brúkaranevndin er samstarvsnevndin hjá brúkararáðunum í Norðanlondum. Her luttaka umboð fyri Brúkararáðini í Íslandi, Grønlandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Av góðum grundum eru Føroyar ikki við í hesum samstarvi, tí enn hava vit onki brúkararáð og onga skipan fyri brúkararnar her. Men tað kann kanska broytast, og m.a. tí hevur Norðurlendska Brúkaranevndin (NBN) avgjørt at halda sín ársfund júst í Føroyum.
Umframt at NBN heldur sín regluliga ársfund fund her, vil hon eisini nýta høvi at greiða føroyingum frá, hvussu arbeitt verður fyri brúkaraáhugamálum í Norðanlondum og frá aktuellum brúkarapolitiskum høvuðsmálum.
Enska heitið á seminarinum er "Digi-tv - television as a consumer platform". Hetta snýr seg m.a. um, at við digitalu ella teldutøkniligu menningini av sjónvarpinum, hendir ein grundleggjandi og álvarslig broyting í samskiftinum millum hyggjararnar (ella brúkararnar) og sjónvarpsstøðirnar. Umframt vøksturin í útboði av ymsum rásum, koma sonevndar interaktivar tænastur (har hyggjarar kunnu samskifta beinleiðis við ein útbjóðara), spøl og ítriv, og elektroniskur handil sum beinleiðis søla og keyp av vørum og tænastum.

Leggja nógv fyri
Ikki kann sigast annað enn at áhugin fyri ráðstevnuni er stórur.
Formennininir og aðrir leiðarar fyri Brúkararáðini
í teim ymisku norðurlondunum eru seytjan í tali. Afturat hesum koma koma eini 18 serfrøðingar/granskarar/fakfólk at luttaka á
sjálvari ráðstevnuni um "Digi-tv - television as a consumer platform". So er innbjóðingar sendar til einar 40 føroyskar luttakarar.
Tað er Hans Pauli Strøm, ið er føroyskur kontaktpersónur. Hann fegnast um stóra áhugan uttan úr heimi, og hann vónar at síggja nógvar føroyingar til ráðstevnuna, tí hann metir, at vit í Føroyum mest sum standa á berum innan brúkaravernd.