Spenningurin í bestu sponsku deildini, La Primera, er nógv øktur seinastu leikumførini. Real Madrid hevur ligið greitt á odda, men arvafíggindarnir úr FC Barcelona eru nú byrjaðir at hála seg inn á teir.
Bæði liðini áttu heimavøll í dag. FC Barcelona møtti Levante, ið liggur á aftasta plássi. Stjørnurnar frá Barcelona høvdu ongar trupulleikar, og vunnu dystin 5-1. Samuel Eto´o skeyt hattrikk, meðan Lionel Messi og Xavi fingu hvør sítt mál. Málið hjá Levante skeyt Mostapha Riga eftir brotsspark.
Heima á Santiago Bernabeu fekk Real Madrid vitjan av lítla Madrid-felagnum Getafe, sum hevur fyrrverandi leikara teirra, danska Michael Laudrup, sum venjara. Heldur óvæntað gjørdist tað lítlibeiggi, ið streyk avstað við sigrinum. Einasta málið skeyt nigerianski Uche, eftir eitt heldur undrunarvert mótálop, har nærmast allir Real Madrid-leikararnir vóru í hinum endanum og feiðraðu eitt mál, sum teir tó høvdu fingið kolldømt vegna rangstøðu.
Nú 13 leikumfør eru eftir at leika, er støðan í La Primera tann, at Real Madrid er á odda við 56 stigum, meðan FC Barcelona bara er tvey stig aftanfyri. Hini liðini eru so gott sum sett av í oddastríðnum. Nærmasta lið er Villarreal, sum er 10 aftanfyri fyrsta plássið.