Staðfesta enn fleiri tilburðir av H1N1

Nú hava íalt 90 fólk fingið staðfest krímsjúkuna H1N1 í Føroyum. Talið av staðfestum tilburðum er sostatt vaksið nógv seinastu 2 vikurnar.

H1N1

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Síðani seinastu fráboðan 5. august hava føroysku heilsumyndugleikarnir staðfest 46 nýggjar tilburðir av Influensu A (H1N1). Hetta merkir, at umleið 5 nýggir tilburðir eru staðfestir um dagin. Soleiðis hava tilsamans 90 fólk fingið staðfest beinkrímið í Føroyum. Hóast fleiri hava fingið staðfest H1N1 í Føroyum, so meta heilsumyndugleikarnir sum heild, at fólk ikki eiga at vera stúrin. Alt bendir framvegis á, at talan er um eina milda krímsjúku, ið hasar av eftir fáum døgum. Tó eru nakrir vandabólkar, ið eiga at vera serliga ansnir.


Serligir vandabólkar

Hevur tú niðursett lungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursetta immunverju, skal tú verða serliga ansin. Um so er, skal tú seta teg í samband við egnan lækna, um tú ella onkur í húsinum fáa influensa.


Barnakonur, sum fáa influensusjúkueyðkenni og foreldur at børnum undir 2 ár við influensueyðkennum, eiga eisini at seta seg í samband við lækna.


Sjúkueyðkenni

Sjúkueyðkennini eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38? Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.


Góð ráð

Í sambandi við at H1N1 krímsjúkan av álvara hevur fingið fastatøkur í Føroyum, hava heilsu-myndugleikarnir latið úr hondum eina leiðbeining við góðum ráðum. Í seinastu viku eru settar upp plakatir við góðu ráðunum á ymsum almennum støðum so sum skúlum, dagstovnum, kommunulæknaviðtalum, sjúkrahúsum, røktarheimum. Góðu ráðini eru:


• Vaska hendurnar ofta

• Hosta ella njósa í ermuna

• Verð heima, um tú ert sjúk/ur


Far ikki til fólk, ið eru sjúk, uttan neyðug ørindi. Gerst tú sjúk/ur, so verð heima. Gongdin við krímsjúkuni er mild hjá teimum flestu og er av eftir fáum døgum í songini. Kennir tú teg serliga ússaligan, ring so til lækna ella læknavakt


Influensa A (H1N1) er eitt nýtt virus, sum upp á stutta tíð hevur spjatt seg um allan heimin. Í allar flestu førum er sjúkan mild og hæsar av eftir fáum døgum. Kortini er tað týdningarmikið at avmarka smittuna.