Sjálvandi merkist tað á farleiðini "Skopun - Gamlarætt", at SSL sparir eina manning. Men í hesum førinum er ikki talan um at nólsoyingar og Ternan taka eina manning. Haldi vert er at venda málinum og seta spurningin: Er ætlanin at flyta manning av Teistanum umborð á Ternuna, heldur enn at senda mennirnar til hús - vegna sparing?
Í drúgvu verkætlan okkara at fáa til vega nýtt skip til Nólsoyar, hevur undirritaði alla tíðina víst á tveir vansar: Ferðsluruðuleika í Nólsoy og farmaviðurskiftini í Skúvoy!
Tað fyrra verður til okkum lokalt at finna útav - saman við Tórshavnar býráð - soleiðis at bygdalívið og hetta at børn og vaksin kunnu kenna seg trygg á smølu vegunum í Nólsoy, ikki verður skatt ov nógv.
Tað seinna er ikki til okkum í Nólsoy, at arbeiða við, men hevur týdning. Tí øll hesi árini Ritan ongan túr hevur siglt til Nólsoyar týsdag frá kl. 9:30 til 16:20 (og hósdag skal verða tøk um veðrið ikki er til vildar i Skúvoy týsdag), er orsøkin tann, at hon skal røkja farmaleiðina til Skúvoyar. Kanska skotið kundi verið vent, soleiðis at gongd kundi komið á politiskt, at skúvoyingar fingu trygt samband?
Skrivað verður um framgongdina, fyri okkum í Nólsoy, at Ternan verður sett inn. Tíbetur er hetta bert fyribilsloysn, tí niðanfyri loyvi eg mær at seta nakrar vansar upp:?- atløguviðurskiftini eru ikki fyrireikað?- avlýsingar fyri veður verða fleiri ?- túratalið verður skert
Fyri at taka í tað seinasta, so verður við nýggju ferðaætlanini ikki talan um at vitja í Nólsoy til nátturðabita, konfirmatión og føðingardagar - í vón um at sleppa inn aftur um kvøldið, tí okkurt kvøld er seinasti túrur úr Nólsoy kl. 18:25 og onnur kvøld er seinasti túrur kl. 19:25. Annar vansi við broyttu ferðaætlanini er, at tá ið fyrsti túrur úr Havn er kl. 7:55, verður neyðugt at broyta skúlabyrjanina, tí lærarar úr Havn ikki kunnu møta kl. 8.
Fyrimunir eru eisini við at bilferja verður sett inn - enntá við Ternuni sum fyribilsloysn:
- munandi betri umstøður verða hjá rørslutarnaðum
- munandi lættari verður at fáa farm til og frá
- til ber at skilja húsarhaldsruskið
- til ber at flyta sjúklingar við sjúkrabili
Vónandi kunnu vit, ið nýta ferjur í gerandisdegnum, standa saman at tryggja farleiðir og ferðaætlanir, ið samsvara tíðini vit liva í.
Minst til! Verður farið undir verkætlanina at byggja nýggja ferju til nólsoyarleiðina, so kunnu nøkur arbeiðspláss verða tryggjað í gott og væl eitt ár. Harafturat er at hava í huga "know-how", ið er av alstórum týdningi bæði fyri skipasmiðjur og aðrar fyritøkur, ið ynskja at bjóða seg fram. Sjálvsagt mugu vit minnast til at samfelagið ikki kann steðga upp, men at slík verkætlan sum hendan er av teimum fáu sum løgukarmurin kann bera: Talan er um áleið 20 millionir um árið í tvey ár!
Við ynskjum um eini gleðilig jól og bata í komandi ári.