'Eftir ynski frá Morten Grunwald, sála, er standmyndin sett á Valby Tingsted út móti Nordisk Filmstovunum. - Mynd: Laura Nissen, Ritzau/Ókeypis

Standmynd av Olsen-Banden avdúkað í Valby í dag

Ímyndaðu persónarnir úr kendu donsku filmunum um »Olsen Banden« - Egon, Benny og Kjeld - hava fingið sína egnu bronsustandmynd á Valby Tingsted í Keypmannahavn í dag.

'Eftir ynski frá Morten Grunwald, sála, er standmyndin sett á Valby Tingsted út móti Nordisk Filmstovunum. - Mynd: Laura Nissen, Ritzau/Ókeypis

Standmyndin er sett upp soleiðis, at hon vendir ímóti Nordisk Film-studionum eftir ynskinnum hjá Morten Grunwald, sum spældi tann æviga bjartskygda Benny.

Stigtakarin Henrik Hansen hevur arbeitt við at gera standmyndina til veruleika síðan 2019, og í apríl varð standmyndin stoypt í bronsu í Firenze í Italia.

Tað er listamaðurin Thor Larsen, sum hevur gjørt standmyndina.


Stigtakarin Henrik Hansen hevur arbeitt við at gera standmyndina til veruleika síðani 2019, og hevur tað eydnast at savna inn tvær milliónir krónur í gávum.

Í apríl varð standmyndin stoypt í bronsu í italska býnum Firenze, áðrenn hon kom til Danmarkar í mai, har hon varð sett á ein sokkul.

Sambært Nordisk Film skal tað síggjast sum ein heiður til "ikonisku" filmsrøðina, og varð tað gjørt møguligt av fjepparum.

Á stroymingartænastuni Nordisk Film+ er savnið við øllum 14 filmunum um "Olsen Banden" framvegis millum best umtókta innihaldið.

Filmarnir vóru frumsýndir millum 1968 og 1998. Fyrsta filmin gjørdu leikstjóran Erik Balling og handritsskrivarin Henning Bahs.

Teir høvdu eitt tætt samstarv um filmarnar í nógv ár aftaná.

Morten Grunwald doyði í 2018 sum seinasti limur í trímannabandanum.

Hann fekk tætt samband við Poul Bundgaard og Ove Sprogøe, sum mannaðu restina av bandanum.

Tað eydnast sjáldan hjá brotsmonnunum Egon, Benny og Kjeld í teirra ætlanum í filmunum, men teir vóru ser væl umtóktir av biografgangarum.

Eisini vóru vælumtóktir sjónleikarar sum Kirsten Walther, Axel Strøbye, Preben Kaas og Bjørn Watt Boolsen meira ella minni javnan við í filmunum.

/Ritzau/












'Eftir ynski frá Morten Grunwald, sála, er standmyndin sett á Valby Tingsted út móti Nordisk Filmstovunum. - Mynd: Laura Nissen, Ritzau/Ókeypis