Bretski filmsleikarin og ræddarvenjarin Andrew Jack er deyður av koronavirus.
Hann andaðist eina á einum sjúkrahúsi í Surrey í Onglandi. Kona hansara er í sóttarvarðhaldi í Australia.
Andrew Jack arbeiddi eisini sum ræddar- og dialekt venjari á fleiri filmsverkætlanum, t.d. Ringanna Harri og The Avengers, og á komandi Batman filminum.
Sjálvur spældi Jack í fleiri av nýggjaru Star-Wars filmunum, har hann var aftanfyri upptøkutólið, legði rødd til Moloch í “Solo: A Stars-Wars Story, og spældi leiklutin sum Caluan Ematt í “The Force awakens” og “The last jedi”.
Andrew Jack gjørdist 76 ára gamal.
Á myndini omanfyri sæst hann høgrumegin í leiklutinum sum Ematt .