Starmer klárur til stríðsval um leiðsluna í Labour

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur, at hann er til reiðar at stilla upp í einum stríðsvali um formanssessin í Labour, um tað gerst aktuelt.

Útmeldingin kemur dagin eftir, at borgarstjórin í Greater Manchester, Andy Burnham, varð valdur í bretska parlamentið. Burnham verður mettur sum sterkasti møguligi avbjóðarin hjá Starmer í stríðnum um leiðsluna í Labour.

 

Sambært BBC sigur Starmer, at hann er klárur at taka dystin, um Burnham ella annar bjóðar seg fram.

 

Andy Burnham varð hósdagin valdur í Undirhúsið við einum eykavali í valdøminum Makerfield. Við sessinum í parlamentinum hevur hann nú møguleika at bjóða seg fram sum formaður í Labour og harvið eisini sum framtíðar forsætisráðharri.

 

/ritzau/