Á myndini eru tað frá vinstru: Eyð S. Johannesen, Emi Joensen, Hildibjørg Nielsen, Eydna Ísheim og Elsa Berg.

Starvsdagar í býlingshúsinum undir Brúnni

Mikudagin var hátíðardámur í Býlingshúsinum undir Brúnni, har ikki færri enn fýra starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu á dagstovnaøkinum í kommununi.

Á myndini eru tað frá vinstru: Eyð S. Johannesen, Emi Joensen, Hildibjørg Nielsen, Eydna Ísheim og Elsa Berg.

Eydna Ísheim og Hildibjørg Nielsen fingu silvurmedalju frá Tórshavnar kommunu fyri 30 ára starvsdag hjá kommununi. Og Emi Joensen og Eyð S. Johannesen fingu brosju frá Tórshavnar kommunu fyri 25 ára starvsdag hjá kommununi.

 

Eyð S. Johannesen, sum eisini er leiðari í býlingshúsinum, segði fyrst nøkur orð, og síðani bar Elsa Berg, borgarstjóri, teimum fýra eina heilsan og takkaði teimum fyri trúgva og góða tænastu fyri kommununa og ikki minst fyri tey mongu børnini.

 

Á myndini eru tað frá vinstru: Eyð S. Johannesen, Emi Joensen, Hildibjørg Nielsen, Eydna Ísheim og Elsa Berg.

 

##med2##

 

##med3##

 

Á myndini eru tað frá vinstru: Eyð S. Johannesen, Emi Joensen, Hildibjørg Nielsen, Eydna Ísheim og Elsa Berg.

Eyð S. Johannesen, leiðari, bar hinum trimum eina heilsan ...

... og síðani fingu allar fýra eina heilsan frá borgarstjóranum og gávur frá kommununi