Eik Banki er ein av teimum fyritøkum, sum hevur brúkt heiðurin “Ársins Leiðari” aktivt í marknaðarføringini av bankanum, eins og heiðurin Ársins Virki, sum Eik Banki eisini er kjósin, hevur verið brúktur í hesum høpi.
Tá Marner Jacobsen fekk heiðurin “Ársins Leiðari” fyri tveimum árum síðani, var tað ein góð kensla, minnist hann.
– Tað var væl fyrst og fremst eitt herðaklapp, men ein slíkur heiður kann eisini brúkast til okkurt meira ítøkiligt, sigur Marner Jacobsen og vísir á, at bankin hevur brúkt hann í sínari marknaðarførslu, eins og mann ikki skal undirmeta týdningin slíkur heiður kann hava fyri starvsfólkini.
– Tað er væl út frá einum samlaðum arbeiðsinnsatsi hjá øllum í bankanum, at mann fær eina viðurkenning av hesum slagi, og eg haldi tískil at okkara starvsfólk kunnu kenna seg errin av sínum arbeiðsplássi, sigur hann og leggur afturat:
– Tað er sera týdningarmikið, at starvsfólkini trívast, og kenslan av at vera partur av einum toymi, sum klárar tað væl, fær fólk at trívast betri.
Stór avbjóðing
Nú búskaparligu tíðirnar eru væl øðrvísi enn fyri tveimum árum síðani, er arbeiðið hjá einum stjóra ella leiðara eisini eitt sindur øðrvísi, metir Marner Jacobsen.
– Grundleggjandi snýr leiðsla seg um tað sama í góðum og ringum tíðum, men avbjóðingarnar eru størri, tá tíðirnar eru verri, sigur stjórin í Eik Banka.
– Men harafturat kann sigast, at tað bæði kann vera læruríkt og í summum førum áhugavert, tá tíðirnar broytast, leggur hann afturat.
----------
FAKTA
Grundgevingar fyri at velja Marner Jacobsen til Ársins leiðari 2006:
Hann er málrættaður, framsíggin og stuðlar nýhugsan. Hevur staðið á odda fyri at nútímansgjørt Føroya Sparikassa og er innovativur og hevur megnað at fara út um landoddarnar við bankavirkseminum.