Starvsfólk eigur tvey ár í avspáking

Arbeiðstrýstið í Fiskimálaráðnum er eftir øllum at døma so mikið stórt, at eitt starvsfólk eigur 4200 arbeiðstímar tilgóðar

Arbeiðstrýstið í Fiskimálaráðnum er eftir øllum at døma somikið stórt, at eitt starvsfólk eigur 4200 arbeiðstímar tilgóðar.

 

Tað er Landsgrannskoðanin, sum í nýggjastu frágreiðing síni rópar varskó um stýringina av arbeiðinum í Fiskimálaráðnum.

 

Landsgrannskoðanin hevur kannað tímanýtsluna í Fiskimálaráðnum, og úrslitið vekir ans.

 

Fýra starvsfólk í Fiskimálaráðnum eiga millum 800 og 4200 tímar tilgóðar. Undir vanligum umstøðum eru 4200 arbeiðstímar meira enn arbeiði í tvey ár.

 

Uppgerðin hjá Landsgrannskoðanini, ið varð gjørd í mai mánað í ár, vísir somuleiðis, at fimm onnur starvsfólk í Fiskimálaráðnum eiga millum 64 og 235 tímar tilgóðar, meðan fýra starvsfólk skylda millum 124 og 952 arbeiðstímar.

 

Støðan fær Landsgrannskoðanina at koma við hesi viðmerking:

 

- Ásannandi, at lønarútreiðslur eru nógv størsti partur av útreiðslum landskassans, heldur Landsgrannskoðanin tað vera týdningarmikið, at leiðslan tryggjar sær, at lønarútgjaldingarnar eru rættar. Tað kann sambært § 5, stk. 3, í roknskaparkunngerð- ini m.a. verða gjørt við at hava eina hóskandi tíðarskráseting og neyvar ásetingar um arbeiðstíðir.

 

Landsgrannskoðanin sigur seg tí hava ilt við at skilja, hvussu leiðslan í Fiskimálaráðnum kann siga, at lønarútgjaldingarnar og harvið roknskapurin er rættur.

 

Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at Fiskimálaráðið tekur viðmerkingarnar frá Landsgrannskoðanini til eftirtektar og fer at endurskoða roknskaparreglugerðina, soleiðis at samsvar verður millum reglur og tað, sum verður gjørt.