Starvsfólk til Á Norðskáli
Vit í Á-handlinum við Norðskála leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki at arbeiða 10 tímar um vikuna. Mánadag til fríggjadag frá kl. 07:15 til kl. 09:15.
Starvið
Títt starv verður at gera handilin klára hvønn morgun, áðrenn og aftaná, at vit lata handilin upp fyri viðskiftafólki.
Arbeiðsuppgávur
- At gera handilin kláran at lata upp
- At fylla breyð á hillarnar
- At taka tær av retur av breyði
- At seta ymiskar vørur á hillarnar
- At sita við kassan
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta, at tú
- Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
- Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum
- Trívist við at hava ábyrgd og taka initiativ
- Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst
Vit bjóða
- Eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
- Góðar starvsfelagar og góða upplæring
Setanar- og arbeiðstreytir
Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.
Soleiðis søkir tú
Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til [email protected]
Umsóknarfreist er sunnudagin 14. juni 2026
Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Margretu Thomsen á tlf. 26 68 90 fyri at hoyra meira.









