Starvsfólk til køkin hjá Sev 

Starvsfólk til køkin hjá Sev 

 

Vit sóknast eftir starvsfólki at hjálpa til í køkinum hjá Sev. Talan er um eitt hálvtíðarstarv og verður sett sum skjótast.

 

Í løtuni eru trý starvsfólk í køkstoyminum, sum fevnir um køkarnar á Landavegnum og á Sundi. 

 

 

 

Starvið  

Uppgávurnar fevna um uppvask, hjálp til at halda køk og matarhølið reint og at rigga til fundir og vitjanir á Landavegnum. Harumframt aðrar fyrifallandi uppgávur í køkinum.

 

Arbeiðstíðin er frá kl. 10.00 – 14.00 mánadag til fríggjadag.

 

Starvsstaðurin er í nýggjum køki á Landavegum í Havn.  

 

 

 

  

Vit vænta, at tú ert hjálpsom/-samur, arbeiðssom/-samur, álítandi, hevur góð evni at samstarva, eins væl og tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt skalt tú verða nærløgd/-lagdur og duga at samskifta á føroyskum.

 


Sev  

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

 

 

Setanar- og lønarviðurskifti  

Talan er um fastlønt starv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Umsóknin

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjuna Eystberg, HR-leiðara, á telefon 521364. Umsóknarfreistin er 22.apríl 2026. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv(at)sev.foviðmerk: Starvsfólk til køkin.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.