Undurfagri mai 2026

Um eina mánaða byrjar Undurfagri mai, sum aftur í ár fer at varpa ljós á mentan, náttúru og felagsskap við tiltøkum fyri allar borgarar og vitjandi í Vága kommunu

Vága kommuna skrivar, at fólk kunnu gleða seg til fleiri afturvendandi tiltøk so sum sólarheilsan, sólseturskaffi, smákyktatúr og eina rúgvu av konsertum. Eisini verða fleiri nýggj tiltøk og átøk sett í verk: eitt nú ein felags velta norðuri á Heiðum í Miðvági og uttanfyri Vakstrarhúsið í Sandavági. Meira um hetta í næstu viku.

 

Her eru tey tiltøkini, sum eru kunngjørd: 

 

1. mai: Sólarheilsan í Vágadali

 

2. mai: Konsert við Guðrið Hansdóttir sí atgongumerki.fo

 

4. mai: SKAP - fyrilestur um fløskur og  lista-verkstova við Randi Samsonsen sí atgongumerki.fo  

 

6. mai: Bygg smákyktahotel í Vakstrarhúsinum

 

7. mai: Leikurin UPPHAV í Listastovuni sí atgongumerki.fo

 

8. mai: RØDDIR - fólkaræðisfest fyri ung í skúlanum á Giljanesi

 

9. mai: Djóradagur í Vatnsoyrum

 

10. mai: Konsert við Tórshavnar kamarkóri á Fiskastykkinum sí tiltak

 

Fylgið við á síðuni hjá Undurfagra mai ella á heimasíðuni hjá Vága kommunu fyri at hoyra meira um tiltøkini, sum vera kunngjørd so hvørt. Eisini verður ein skrá send út í hvørt hús seinni í mánaðinum.