Starvsfólkaleiðarin hjá Starm­er legg­ur frá sær eftir Man­del­son-gøluna

Morgan McSweeney viðgongur mistøk í setanini av Peter Mandelson og leggur frá sær sum starvsfólkaleiðari hjá Keir Starmer.

Morgan McSweeney leggur frá sær sum starvsfólkaleiðari hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer. - Mynd: Chris J. Ratcliffe/Reuters

Stábsleiðarin hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, Morgan McSweeney, leggur frá sær.

 

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

 

McSweeney ásannar eisini, at tað var eitt mistak at seta Peter Mandelson sum bretskan sendiharra í USA hóast Mandelson hevði samband við dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

 

- Eftir gjølla umhugsan havi eg avgjørt at siga starvið í stjórnini frá mær. Avgerðin um at seta Petur Mandelson var skeiv. Hann hevur skaðað flokk okkara, land okkara og álitið á politikk, sigur Morgan McSweeney í eini fráboðan.

 

- Eg ráddi forsætisráðharranum til at útnevna hann og eg taki fulla ábyrgd av teimum ráðunum, segði McSweeney.

 

Peter Mandelson varð settur sum sendiharri í januar 2025, men varð koyrdur úr starvi í september, eftir at tað kom fram, at hann hevði verið vinur við Jeffrey Epstein.

 

Fyrr í vikuni bað Keir Starmer ofrini hjá Epstein um umbering fyri at hava sett Mandelson í starv.

 

Handilsmaðurin Jeffrey Epstein varð í 2008 dømdur fyri skøkjuhald í einum máli um eina ung gentu. Í 2019 varð hann skuldsettur í einum nýggjum máli um menniskjahandil fyri kynsliga misnýtslu av ungdómi.

 

Epstein varð handtikin og funnin deyður í klivanum eftir umleið ein mánað í fongsli.

 

Nýútgivin skjøl frá Epstein-málinum vísa, at Mandelson kann hava likið trúnaðarupplýsingar frá bretsku stjórnini til Epstein, meðan hann var ráðharri, eisini undir fíggjarkreppuni í 2008.

 

Avdúkingin hevur lagt munandi trýst á Starmer og hevur ført til eina kanning hjá løgregluni av Mandelson fyri misnýtslu av embætinum.

 

Eftir at McSweeney legði frá sær, segði Keir Starmer, at tað hevði verið ein heiður at arbeitt saman við honum.

 

- Flokkur okkara og eg skylda honum eina risa tøkk og eg takki honum fyri hansara innsats, segði hann, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

 

 

/Ritzau/

 

Morgan McSweeney leggur frá sær sum starvsfólkaleiðari hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer. - Mynd: Chris J. Ratcliffe/Reuters