Staturin eigur málið

­ Tað er mín vón, at uppleggið frá landsstýrinum kemur við upplegginum heilt skjótt. Vit kunnu ikki loyva okkum at bøla yvir málinum. Tað gagnar ikki okkum, sigur tingmaðurin

Dagny Joensen


Bjørn á Heygum er talsmaður fyri tingbólkin, sum skal samstarva við landsstýrinum í bankamálinum.

Hann heldur, at danir fáa ta fatan, at føroyingar einki leggja í bankamálið, tá so long tíð gongur, áðrenn svarið kemur úr Føroyum.

­ Eg haldi, at vit skulu gera vart við okkum sum skjótast. Tað tænir ikki málinum, at vit drála, og eg noyðist eisini at seta spurnartekin við, hvørjum hetta tænir, sigur Bjørn á Heygum.

Hann heldur, at danir fata hetta sum líkasæla frá føroyskari síðu.

Bjørn á Heygum heldur ikki, at danska valið yvirhøvur hevur nakran týdning fyri málið.

- Tað er danski staturin, sum vit skulu venda okkum til, og sum eigur málið. Innihaldið í málinum er tað sama - óansæð hvør situr við valdið í Danmark.

­Vit standa eisini veikari sum samráðingarpartur, um vit ikki gera nakað nú, sigur Bjørn á Heygum, sum væntar sær útspæl frá løgmanni, partamanni sínum í Tinganesi, heilt skjótt.