Í mínum huga er lítið so umráðandi sum útbúgving. Útbúgving hækkar støði í einum samfelag. Útbúgving framleiðir vitan. Vitan eigur at verða ein grundarsteinur undir einum samfelag, tí vitan kann verða ein stór útflutningsvørða. Í Føroym eru granskingarmøguleikarnir nógvir. Fá lond liggja betur fyri enn Føroyar landafrøðiliga til gransking innan alt, sum hevur við sjógv og fisk at gera. Tað er einki uttan sjógvur rundanum, so tað eigur at verða upplagt, at kunna granska innan tað økið. Hvør kundi fingið ágóðan av granskanini? Møguleikarnir eru nógvir. Høvuðsvinnan, fiskivinnan, kundi fingið okkurt gott burturúr. Granskan innan streymviðurskiftir, ferðingarmynstur hjá fiskið, gróðri í sjónum, hita í sjónum o.s.fr., kundi gagnað okkara fiskivinnu ríkiliga.
Granskan innan tøkni kann eisini spæla ein stóran leiklut hjá høvuðsvinnuni. Góðar maskinur og rætta tøknin kann verða bæði tíðarsparandi og eisini ein sparing í krónum.
Granskan innan samfelagsfrøði kann hava jaliga ávirkan á fatanina av føroyska samfelagnum og øllum tí, ið rørist har inni í. Her kann kanna flytingarmynstur hjá fólkið, tíðarák, ungdómsmentan o.s.fr.
Granskan innan søgu kann hjálpa fólki, at skilja nútímans føroyska samfelagið. Við at skilja søguna kemur mann betur at skilja samtíðina.
Nú havi eg bert tikið nøkur heilt fá dømir, men væntandi skilja øll hvar eg fari við hesum. Uttan granskan steðgar menningin í samfelagnum. Tað er granskan, sum er drívmegin fyri framburði. Ein eigur ikki at líta ov nógv á granskan uttanífrá, tí hon er ikki altíð passandi til føroysk viðurskiftir. At føroyska samfelagið er somikið frammaliga, sum tað er, er ein siður í sær sjálvum. Fá samfeløg, so lítil í stødd og fólkatalið eru so frammaliga sum Føroyar, so sanniliga er tað føroyska samfelagið einstakt. Tað líkist ikki nøkrum øðrum. At Føroyar hava sítt egna mál og sín egna samleika er ótrúligt. Hetta eigur at styrkjast og verða tryggja bestu livilíkindi. Men víðari menningin skal tryggjast og hon skal gerast uppá føroyskan máta og ikki uppá mátan hjá nøkrum øðrum. Tí má meirlutin av vitan í Føroym framleiðast í Føroyum og ikki innflytast í ov stóran mun.
Tað er eisini ein fíggjarligur vinningur at hava eitt høgt støði innan útbúgving og granskan. Ein uppgerð frá Higher Education Funding Council For England vísur, at seinastu sjey árðini hevur bretski staturin koyrt £600 milliónir í bretsk universitetir og henda íløgan hevur framleitt eitt stað millum £2.9 og £4.2 milliardir aftur í virði. Hetta er avleiðing av at hava vælútbúgvi fólk, sum sum hava tíðarhóskandi útbúgvingar og eru blivin stuðlaði í, at verða nýskapandi og framsíggin. So vitan framleiðir pening og vitan kann verða ein stór útflutningsvørða um hon verður ment.
Men hvar fæst vitan at grógva? Innan útbúgving sjálvandi. Útbúgving líka frá fyrsta flokki og upp til Fróðskaparsetrið er tað, sum mennir vitan og fatanina av samfelagnum. Tí er tað so umráðandi, at hetta fær bestu livilíkindi. Eg eri greiður yvir, at tíðirnar ikki eru góðar. Tað er ikki lætt at fáa roknistykkir at ganga upp og tí skal ein ikki bara koma við sløgum eftir politikkarunum. Trúgvi ikki at nakað annað starv er verri enn at verða politikkari í hesum døgum. Men peningur má til og tí er mín áheitan á politikkarar um at fáa eina framtíðarætlan viðvíkjandi Fróðskaparsetrinum. Tann ætlanin skal ikki verða partapolitisk, tí eingin flokkur eigur Setrið einsamallur. Mann skal miða eftir, at geva útbúgving so nógv sum gjørligt. Veit ikki hvussu stórur partur av BTÚ verður nýttur uppá útbúgving, men tað kundi verði áhugavert at vita.