Steðga rúsdrekkakoyring um páskirnar

Páskirnar nærkast, vit hava frí og fara at hugna okkum við skyldfólki og vinum. Mong fáa sær rúsdrekka afturvið, og tað kann økja vandan fyri rúsdrekkakoyring.

Páskirnar nærkast, vit hava frí og fara at hugna okkum við skyldfólki og vinum. Mong fáa sær rúsdrekka afturvið, og tað kann økja vandan fyri rúsdrekkakoyring.

 

Rúsdrekkkoyring er ógvuliga hættislig bæði fyri bilføraran og onnur í ferðsluni. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir tí til, at fólk avtala frammanundan vertskapin, hvør koyrir heim, tá vit vita, at vín, snapsur ella øl er á borðinum. Tí tá tú hevur drukkið, kann vera ilt at meta um, hvussu nógv tú drakst.

 

Seinastu árini eru tey flestu eru farin at taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring. Kortini er hetta eitt kent fyribrigdi, sum krevur lív í føroysku ferðsluni. Í Gallupkanning frá november 2014 svaraðu 95 %, at tey ongantíð koyra við promillu størri enn 0,2, sum er á leið tað sama sum í 2012. Hetta vísir, at tað ikki er góðtikið millum manna at koyra, tá ein hevur drukkið.

 

Steðga tí ávirkaða

Tað kann vera ringt at steðga einum, sum hevur drukkið, at seta seg við róðrið. Tað kann vera pínligt, men tað er neyðugt. Minst til, at tú gert fólki ein beina, um tú steðgar teimum. Til dømis við at siga:

 

- Ert tú vís/ur í, at tú kanst koyra?

- Lat meg ringja tær eftir einum hýruvogni.

- Góði/a lat vera fyri mína skuld.

 

Tú tekur ein stóran váða, um tú koyrir við promillu hægri enn 0,2.