Mikudagin í næstu viku verður fyribils stongt umleið 40 prosent av terminaløkinum í København Lufthavn.
Tað verður gjørt fyri at tilpassa útreiðslurnar til minni ferðslu av koronukreppuni. Tað upplýsir flogvøllurin í tíðindaskrivi í morgun.
– Vit kunnu spara nakað í eitt nú streymi, vasking, viðlíkahaldi og eftirliti, sigur Christian Poulsen, rakstrarleiðari í Københavns Lufthavn, í tíðindaskrivinum.
– Hvør króna vit spara, er avgerandi í eini tíð, har flogvøllurin hevur mist stórt sæð allar inntøkurnar, og vit mugu læna eitt størri tveysiffrað tal hvønn mána fyri at hava opið.
Stongsulin av til samans 24 gates fer at vara restina av hesum árini og alt 2021.
Tað verður tó møguleiki at lata uppaftur upp á tveir mánaðir, um talið av ferðafólki hækkar so mikið nógv, at tørvur verður á meira plássi.
/ritzau/