Steingja veg fyri sangupptøku í kvøld

Vestmanna Sangkór fer í kvøld at gera eina sangupptøku við vakra sanginum hjá Martini Joensen, Eingin er sum tú

- Vestmanna sangkór fer at gera eina sangupptøku í kirkjuni í Vestmanna í kvøld. Í hesum sambandi verður Bakkavegur stongdur fyri gjøgnumkoyring framvið kirkjuni millum klokkan 20.00 og 21.30.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu í daf. Lagt verður aftrat, at kórið fer at syngja inn vakra sangin hjá Martini Joensen, Eingin er sum tú.

 

- Fyri at tryggja best møguligu ljóðgóðsku er sera týdningarmikið, at eingin billarmur er undir upptøkuni.

 

Víst verður á, at sjálvt lítið órógv kann hoyrast týðiliga og ávirka úrslitið, og tí verður avmarking sett á vegastrekkið í hálvanannan tíma í kvøld, so sangurin fær reina og friðsæla ljóðið, sum hann hevur uppiborið.