Hans Eli Sivertsen, sum arbeiðir á Sjósavninum hevur sæð ein Steinkóp liggja og sóla sær í Sugguni í Kirkjubø tveir teir seinastu dagarnar.Steinkópur hevur ikki lagt í Føroyum síðan í 1800 talinum.
Steinkópurin varð avoyddur og gagnnýttur til matna. Hann var lættur at koma til, tí hann legði á skerinum.
Laturkópurin, sum enn heldur til Føroyum leggur inni í holum og hevur tí verið betri vardur.
Hóast Steinkópurin ikki hevur lagt undir Føroyum í langa tíð hevur hann verið sæddur her um leiðir við jøvnum millumbilum.
Í 1963 - 1967 vóru skotpremiur lætnar fyri kóp. Tá komu nakrir undirkjaftar av steinkópi úr Suðri.
Í 2008 var ein nósi sæddur - somuleiðis í Suðri, men tað er ikki vist um hann er lagdur her, ella um hann er komin úr Hetlandi.
Í fjørð var ein Steinkópur sæddur í Eysturoynni. Hetta eru møguliga tekin um, at Steinkópurin er á veg aftur til Føroyar, sigur Hans Eli Sivertsen.
- Eg vóni at hesin fær frið, so kann tað vera, at hann verur verandi, sigur hann.
Fyri at lýsa tann týdning, sum Steinkópurin hevur haft, sigur hann frá eini søgn, har Gásadalsbygd slapp at velja ímillum Gósahólm, sum kundi hava 20 verðrar og Skerhólm, sum bara var eitt sker, men har steinkópur helt til.
Tey valdu Skerhólm fram um Gásaholm, og hetta sigur nógv um, hvussu stóran týdning Steinkópurin hevur haft, sigur Hans Eli Sivertsen.
Ein sær mun á Laturkópi og Steinkópi við at samanbera pannuna - Steinkópurin hevur meira pannu.
Fleiri myndir av kópinum síggjast í myndasavninum niðanfyri.