Steintór syngur í Summartíð

Summartíð á Rás2 verður í morgun send úr Pegasus í Klaksvík. Live-framførsla verður við manninum, sum tók stig til Pegasus fyri 10 árum síðani Orsøkin til, at klaksvíkingar fingu Studio Pegasus í 1998 var, at Millum Frændur skuldu geva eina fløgu út. Eitt studio varð gjørt til hesar innspælingar, og seinna fløgan hjá Millum Frændum var tikin upp og givin út.

 

Steintór Rasmussen er høvuðsmaðurin í Millum Frændum og stigtakari til Pegasus, og hann fer mikudagin at syngja tveir av sangunum, sum alt byrjaði við í Pegasus.

 

Í næstum verður bygningurin, har Pegasus heldur til, tikin niður.

 

Summartíð á Rás2 millum 9 og 12 í dag.