Nevndarformaðurin í FCK, Flemming Østergaard, vil ikki bert hyggja at, nú úrslitini hjá FCK ikki hava verið av teimum bestu. – Vit hava roynt hetta fyrr, og sjálvandi royna vit at læra av teimum mistøkum, sum eru gjørd. Og Flemming Østergaard leggur afturat, at felagið nú fer at styrkja um hópin. – Nú eri eg ikki tann, sum stendur fyri keyp og sølu av spælarum. Men eg haldi øll duga at síggja, at vit skulu hava ein skipara til miðvøllin, sigur hann Ekstra-Bladet.