Sterkur mentanarpolitikkur besti førningur at hava við inn í ár 2000

-Tað hevur stóran týdning, at vit, hóast vit eru partur av altjóða samfelagnum, royna at halda lív í teimum norrønu virðunum. Bæði teimum, ið liggja í tónleikinum, bókmentunum, matinum og á øllum øðrum økjum við. Vit eru hvønn dag undir sera stórum trýsti frá amerikanska medie- og undirhaldsídnaðinum. Vilja vit nakað við okkara norðurlendska samleika, skulu vit hava fatur í røturnar, og nøkur av teimum, sum duga best at halda fast um røturnar eru nettupp føroyingar og hinar smátjóðirnar í Norðurlondum.

Hvørt ár letur Nordisk Kulturfond pengar til føroysk mentanartiltøk í Føroyum ella í útlandinum. Seinastu tvey árini hevur danski fólkatingsmaðurin Søren Hansen verið formaður í grunninum. Hann fer frá á nýggjárinum.

Søren Hansen vitjaði í Føroyum í heyst og nýttu vit tá høvi til at tosa við hann um týdningin, sum Nordisk Kulturfond hevur fyri mentanarpolitikkin í Norðurlondum og annars um týdningin sum virkin mentanarpolitikkur hevur fyri tann norðurlendska samleikan og Norðurlond sum heild.

Nordisk Kulturfond má sigast at vera flaggskipið og kanska eitt tað týdningarmesta amboðið hjá Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum við. Av samlaðu fíggjarætlanini hjá Ráðnum uppá góðar 700 mill. kr. ræður Nordisk Kulturfond yvir umleið 25 mill. kr. árliga, og av teimum fara ein hálv til tvær til verkætlanir, sum føroyingar kunnu taka lut í ella sum beinleiðis stuðul til føroyskt mentanarligt virksemi á hvørjum ári. Fyri at fáa stuðul úr Nordisk Kulturfond, so skulu trý lond ella sjálvstýrandi øki vera við. Tó í einstøkum førum tvey. Grunnurin stuðlar ikki verkætlanum í einum einstøkum landi. Tí har má tað vera landið, kommunan ella grunnar í landinum, sum stuðla. Tó so, at grunnurin stuðlar tiltaki í einum landi, sum so eisini hevur tilknýti til onnur norðurlond. Eitt nú stuðlaði grunnurin útgávuni av Atlantsløgum hjá Regini Dahl. Hetta var eitt føroyskt projekt burturav, men av tí at Regin hevði gjørt løg til danskar, svenskar, íslendskar og norska yrkingar varð hetta mett sum eitt norðurlendskt projekt.

Grunnurin hevur stuðlað stórum projektum sum SHAKE umframt at hann eisini stuðlar ráðstevnum innan bæði útbúgving, gransking og mentan og mangt annað.

Søren Hansen heldur tað er gott, at nógvir av pengunum fara til projekt í teimum smærri tjóðunum í Norðurlondum, herundir Føroyum, tí her hendir so nógv spennandi og áhugavert á tí mentanarpolitiska økinum.


Norðurlandahúsið

Ein av teimum týðandi karmunum um føroyskt og norðurlendskt mentanarlív er Norðurlandahúsið. Søren Hansen heldur sjálvur, at Norðurlandahúsið í Havn hevur ein ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar.

-Eg havi verið í Føroyum einar 4-5 ferðir, síðani Norðurlandahúsið varð vígt. Og hvørja ferð havi eg upplivað at sæð ómetaliga vøkur og spennandi mentanarprojekt í Norðurlandahúsinum, alt frá tiltøkum um William Heinesen til 17 sangarar úr Klaksvík. Hetta húsið er at meta sum ein magnet, ið dregur virksemi og evnarík fólk til sín. Og tað var eisini nettupp hugsanin aftanfyri Norðurlandahúsið.


Halda fast um røturnar

Søren Hansen er annars sannførdur um, at tað eru væl givnir pengar, sum fara til mentanartiltøk í Føroyum, Grønlandi og Álandi. -Er tað nakar, sum heldur fast um sínar røtur, so eru tað hesi tríggjar smátjóðirnar. Tá eg vitjaði í Føroyum fyrr í ár át eg skerpikjøt, grind og spik og dansaði føroyska dans. Her heldur man fast í traditiónunum, sjálvt um tey ungu eisini eta pizza og burgarar. Og tað ger man eisini í Grønlandi og á Álandi.


ES og Norðurlond

Nú ES flytur seg eystureftir eisini og ein størri og størri partur av Europa verður integreraður í henda felagsskap heldur Søren Hansen tað vera so mikið meira týdningarmikið at varðveita og menna norðurlendsku mentanarbondini.

-Tað hevur stóran týdning, at vit, hóast vit eru partur av altjóða samfelagnum, royna at halda lív í teimum norrønu virðunum. Bæði teimum, sum liggja í tónleikinum, bókmentunum, matinum og á øllum øðrum økjum við.

-Vit eru hvønn dag undir sera stórum trýsti frá amerikanska medie- og undirhaldsídnaðinum. Vilja vit nakað við okkara norðurlendska samleika, so skulu vit hava fatur í røturnar, og nøkur av teimum, sum duga best at halda fast um røturnar eru nettup føroyingar og hinar smátjóðirnar í Norðurlondum.

Søren Hansen minnir eisini á, at tað ikki bert finst eitt mentanarligt stríð millum USA og Europa men eisini eitt millum Norðurlond og Suðureuropa. -Eg haldi framvegis, at styrkin í europeisku mentanini er tann sannroynd, at vit eru so ymisk. Vit hava eina grikska, eina franska, eina týska og eisini eina danska, svenska og norðurlendska mentan.

-Tað snýr seg um at fasthalda okkara sereyðkenni, so vit ikki øll eru grá og eins, men ymisk. Nettupp tí heldur Søren Hansen, at europeiskur mentanarpolitikkur hevur ein møguleika móti tí peningasterku og dominerandi amerikonsku mentanini.

-Tí er eisini so umráðandi at halda fast um tað norðurlendska, sum eg havi valt at kalla tað norðurlendska ljósið, ið savnar okkum - mótvegis tí amerikanska dreyminum, ið er tað sum sameinir amerikonsku ímyndina av heiminum.

Søren Hansen metir sjálvur, at einhvør króna, sum verður brúkt til mentan, er ein vælgivin króna. Tær bestu krónurnar, sum fara til mentanarøkið eru tær, sum fara til at styrkja okkara røtur og okkara møguleikar fyri at peika á nýggj mál. Ikki út frá hvat kann løna seg búskaparliga men hvat kann fáa eitt fólk, eina tjóð, ein heim at yvirliva við virðing.

Hóast mong bera ótta fyri tí rákinum, sum kemur uttanífrá, eitt nú úr USA, so heldur Søren Hansen, at man nettupp fyri at hava nakað at byrgja upp ímóti við, má vera fúsur til at finna midlar ella stuðul, sum kann verja móti hesum rákinum. Og her kann týdningurin av eitt nú einum stovni sum Nordisk Kulturfond ikki metast nóg høgt.


Sterkur mentanarpolitikkur besta amboðið

Ein sterkur mentanarpolitikkur í Norðurlondum er eitt tað týdningarmesta amboðið til tess at kunna tryggja londunum sín samleika og eina virðiliga framtíð. Tað er eisini tí, at Norðurlandaráðið hevur avgjørt, at helvtin av játtanunum hjá ráðnum skal fara til list og mentan - so týðandi er ?kulturkampen? leggur Søren Hansen aftrat. -Tað kann ikki vera rætt bara at yppa øksl og lata standa til og so seta seg í eitt horn at kúra av bangilsi. Vit mugu siga, at vit vilja ?kulturkamp? og harvið finna midlarnar til eitt slíkt stríð.

Søren Hansen heldur tí, at tað er umráðandi, at vit royna at menna norðurlendska samstarvið, og harvið er eisini neyðugt at økja um játtaninar.

-Eg havi tað sjónarmið, at vit alla tíðina eiga at arbeiða fyri at hækka játtanina til Norðurlandaráðið, tí tað alla tíðina eru góð og kvalitetsrík norðurlendsk projekt at lata stuðul til. Ein og hvør norðurlendskur tanki er eins og ein og hvør mentanartanki góður og skilagóður, og tí skal hann styrkjast.

Søren Hansen er í dag mentanarpolitiskur talsmaður hjá danska javnaðarflokkinum. Hann er eisini limur í Norðurlandaráðnum.


Sjálvur listamaður

Søren Hansen er útbúgvin silvursmiður, so hann hevur handverksevni í hondunum. Men harumframt er hann eisini framúr góður teknari. Sum ítrív á sínum mongu ferðum sum politikari og sum limur í ymsum mentanarligum nevndum hevur hann tekningina. -At tekna er at liva sigur hann og vísir okkum nakrar av tekningunum, har eisini onkur er úr Føroyum. í samrøðu við Aktuelt sigur hann m.a. um Føroyar: -Jeg har været overalt i Norden. Det dejligste område på kloden. Men mest spændende er der på Færøerne. For dér tolder det. Klipper og fuglebjerge. Dér har Barbara levet og elsket. Jeg har ligget i hendes seng, men hun var død, mange, mange år før jeg lå der. Færøerne er altid et besøg og en tegning værd.