Steve Irwin við bryggju í Havn

Fyrrapartin kom móðurskipið hjá Sea Shepherd, Steve Irwin, til landið, og sigldi eina tíð í Skopunarfirði, árenn tað fór norður í Hestfjørð.

Seinni setti tað so kós móti Havnini, og um 15 tíðina legði Steve Irwin at bryggju við molan. Framman undan liggur hitt skipið hjá felagskapinum, Brigitte Bardot, við bryggju í Havn, undir Havnarskrivstovuni.

Upplýst er, at umleið 40 aktivistar eru umborð á Steve Irwin, ið hevur ligið afturhildið í Hetlandi í fleiri dagar. Paul Watson sjálvur er tó ikki umborð. Hann er í Australia og heldur fyrilestrar, og verður væntandi umborð á móðurskipinum mánadagin ella týsdagin.

Løgreglan sigur, at eingin frá Sea Shepherd hevur gjørt nakað ólógligt – enn. Men eitt vakið eygað verður hildið við bæði manning og skipum.