Stevie er aftur á konsertferð eftir 2 ár. Hendan konsertin er ikki bara fyri at tónleikin, men hevur eisini sum endamál at mótmæla rasismu og minnast mammu hansara. Mamman hjá tí frálíka blinda soul-tónleikaranum, Stevie Wonder, doyði fyri tveimum árum síðani. Tað førdi við sær, at hann helt ein langan steðg í tónaleikalívið sínum, tí sorgin um mammuna var ov stór, greiðir Stevie frá. Men tó var hetta ikki endin fyri hann ? heldur tvørtur ímóti. Hann er nú farin undir eina Evropa-turné, hvørs endamál er, at halda minni um mammuna á lívi.
Eitt annað týdningarmikið endamál við teimum komandi konsertunum, er at standa saman um at mótmæla ímóti rasismu.
Tann fyrsta konsertin hjá Stevie Wonder verður í Ålborg tann 8. septembur. Tó eru atgongumerkini til hesa konsertina langt síðani útseld.