Tað er jóansøka, og í gjár var jóansøkufótbóltur á Eiðinum í Vági.
Grannarnir í TB vóru jóansøkugestir, og úrslitið var 2-2. Hetta var fyrsta stigið hjá FC Suðuroy síðani 9. mai, tá ið FC Suðuroy vann 4-1 á útivølli ímóti TB.
Síðani tá og fram til í gjárkvøldið spældi FC Suðuroy fýra dystir uttan at vinna stig.
Hálvleiksstøðan var 1-1, og í báðum førum, tá ið TB legði seg á odda, var Samudeen Musah málskjútti. Lítil hálvur tími var farin, tá ið hann legði TB á odda 1-0, og 20 minuttir undan leikloki umsetti hann brotsspark til 2-1.
25 ára gamli Samudeen Musah, sum er ættaður úr Gana, hevur verið í TB øll árini síðani 2020. FaroeSoccer veit at siga, at hann hevur spælt 99 landskappingardystir í Meistaradeildini og 54 landskappingardystir í 1. deild og sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið. Í bestu deildini hevur hann skorað 19 mál, og nú hevur hann skorað 12 mál í næstbestu deildini. Seks av hesum 12 málunum hevur hann skorað í ár.
Eftir fyrra TB málið gingu tað tveir minuttir, áðrenn heimaliðið javnaði til 1-1. Málskjútti var Olivur Renéson Thomsen, og frá tí at TB aftur legði seg á odda, gingu tað seks minuttir, áðrenn Salmundur Bech javnaði til 2-2. Olivur Renéson Thomsen er toppskjútti hjá FC Suðuroy við 9 málum, og Salmundur Bech hevur skorað fimm mál.
FC Suðuroy er á triðja plássi við 26 stigum, og TB er á sjeynda plássi við 16 stigum.
Í Fuglafirði hevði ÍF í gjárkvøldið vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
ÍF liðformaðurin Ruben Møller-Nielsen legði heimaliðið framum í 34. minutti, og ÍF var á odda inntil í 89. minutti. Tá javnaði NSÍ til 1-1, og málskjútti var Josva Signarsson. Hetta var fimta málið hjá honum í ár. Ruben Møller-Nielsen hevur skorað fýra mál í ár.
Merkisvert er tað, at NSÍ nú er á fjórða plássi við 19 stigum. Liðið er fyri tað mesta mannað við ungum spælarum, og so hjálpr tað væl til, at veteranarnir Pól Jóhannus Justinussen og Bárður J. Hansen hjálpa til.
ÍF er á fimta pláss við 18 stigum.
Hinir tríggir dystirnar í 14. umfari
Í dag
HB – FC Hoyvík: Arthur Højgaard kl.17.00
B36 - B71: Niklas Petersen kl. 14.00
Í morgin
EB/Streymur – Víkingur: Høgni Madsen kl. 14.00











