Tað var einki at ivast í. Heiðabáturin legði bragdliga fyri, og síðani var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin skuldi verða. Áskoðarafjøldin, sum tekur á við gula bátinum, kundi ikki annað enn fegnast um tað, sum teir sóu á Skálafjørðinum. Heiðabáturin økti støðugt um leiðsluna, og á málinum var hann tvær bátslongdir undan kappingarneytunum.
Árnfirðingur var alla tíðina næsti báturin. Eina løtu royndu árnfirðingar at bjóða Heiðabátinum av. Tað eydnaðist ikki, og í endaspurtinum snúði tað seg hjá teimum úr Árnafirði meiri um at halda tørn um næstfremsta plássið.
Argjabáturin og Kvívíkingur vóru eina løtu við í kappingini um næstfremsta plássið, men tá ið teir fóru um málið, var Árnfirðingurin tveir triðingar av einari bátslongd frammanfyri Argjabátin, sum aftur var eina bátslongd frammanfyri Kvívíking.
Í fjør vann Heiðabáturin allar sjey FM róðrarnar, og higartil í summar hevur Heiðabáturin vunnið allar fýra róðrarnar. Tað vil siga, at Heiðabáturin hevur vunnið ellivu róðrar upp í slag.
At Árnfirðingur aftur í dag lá á Argjabátinum ber við sær, at hesir báðir bátarnir liggja stavn um stavn í kappingini um silvurmerkini.
8 mannafør
1 Heiðabáturin 07:08.13
2 Árnfirðingur 07:14.04
3 Argjabáturin 07:16.18
4 Kvívíkingur 07:19.13
1 Heiðabáturin 28
2 Argjabáturin 22
3 Árnfirðingur 22
4 Kvívíkingur 16
5 Knørrur 9