Steypadystur útsettur

Vøllurin í Miðvági skuldi eftir ætlan verða karmur um steypadyst seinnapartin millum MB og Skála, men tað verður av ongum. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at dysturin er útsettur vegna kava. Liðini royna aftur mánadagin klokkan 18.00.

Somuleiðis skrivar heimasíðan hjá FSF, at allir dystirnir hjá 1. deild kvinnum eru avlýstir.