Í dag er tann stóri hondbóltsdagurin við finalunum í Faxe Kondi steypakappingunum hjá kvinnum og monnum, og FM1 ger nógv burturúr.
Klokkan 12 til 12.50 verður Hondbóltspanelið frá fríggjadegnum endursent.
Aftaná Hondbóltspanelið verður beinleiðis upptakt til kvinnufinaluna millum VÍF og H71, ið byrjar klokkan 13.30. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá kvinnufinaluni. Sjúrður H. Hoydal verður reportari á gólvinum í samband við steypahandanina.
Til mansfinaluna verður Tróndur Arge reportari á gólvinum, og Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá mansfinaluni millum H71 og Kyndil.
Samrøður, steypanhandan o.a. kemur alt út á in.fo.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.