Steypaliðini skorað nógv mál

Klokkan 19.30 í kvøld fer Birgir Sondum at bríksla fyri fyrsta dystinum á nýggja graslíkinum í Klaksvík.

Talan er um steypafinalu millum kvinnuliðini hjá KÍ og AB.

Hesi bæði liðini hava tey seinastu árini verið tey bestu, og tá ið tey undan summarsteðginum hittust í landskappingardysti í Klaksvík, var úrslitið 5-3 til KÍ. Tað skuldi borga fyri undirhaldi og nógvum málum í kvøld, men um tað stendur til málverjan hjá KÍ, Randi Wardum, so fer AB ikki at skora trý mál í kvøld:

- Eg vóni, at talan verður um undirhaldandi uppgerð, men tað er sjáldan, at trý mál verða skorað ímóti okkum, og tað vóni eg sanniliga ikki, at tað verða í finaluni, sigur KÍ málverjin.

Hellen Heinesen er miðverji hjá AB, og hon sigur, at tær á Argjum hava gott mót um, at tað skal eydnast at vinna steypafinaluna:

- Venjingarnar hava gingið væl, og vit kenna okkum at vera væl fyri. Onkrar hava smávegis snuddir at dragast við, men eingin er so mikið skadd, at hon ikki verður før fyri at spæla, sigur AB miðverjin.

Allir KÍ spælararnir eru tøkir uttan Sofía Purkhús. At hon ikki er við verður mett at vera smeitur, men KÍ hevur stóra breidd. Upp undir finaluna hevur KÍ verið órógvað av, at teir hava skift graslíki í Klaksvík:

- Vit hava vant á Fossanesi og í Leirvík, og tað hevur ikki verið optimalt. Í gjárkvøldið vóru vit eina lítla løtu á nýggja vøllinum, men vit hava ikki vant á honum, sigur KÍ málverjin Randi Wardum.