Leygardagin vóru tríggjar steypafinalur í yngru deildunum spældar í Gundadali. Byrjað varð við finaluni hjá smágentum,og her vann HB stórsigur á VB/Sumba. Úrslitið gjørdist 6-0. Hjá smádreingjum vóru TB og B36 komin í finaluna, og her eydnaðist tað liðnum av Tvøroyri at vinna 3-1. Hjá dreingjum spældu KÍ og NSÍ, og NSÍ vann dystin 2-1. Ætlanin var eisini, at steypafinalan hjá gentum 14-17 ár skuldi spælast, men hon varð útsett.