Í steypakappingini hjá monnum eru átta lið, sum eru býtt upp í tveir bólkar, har fýra lið manna hvønn bólk. FTZ-deildin telur tó bara sjey lið, og tí mátti eitt av eykaliðunum hjá onkrum liði í FTZ-deildini taka pláss í steypakappingini. Eykaliðið hjá oddaliðnum í bestu deildini, H71, vann sær pláss í steypakappingini, og í kvøld vóru teir næstbestu hoyvíkingarnir á vitjan á Skála, har besta liðið hjá StÍF tók ímóti.
Og munurin ímillum 1. deild, sum H71 II vanliga spælir í, og FTZ-deildina, er stórur. Tað sæst týðiliga á dómaraseðlinum frá kvøldsins mansdysti á Skála. StÍF vann dystin 35-18 eftir hálvleiksstøðuna 18-9.
Hini bæði liðini í bólkinum hjá omanfyrinevndu liðunum eru Kyndil og H71. Tískil skal dystur spælast í Hoyvíkshøllini, har H71 spælir ímóti H71.
Málskjúttarnir frá kvøldsins dysti síggjast niðanfyri:
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 7, Pætur Johansen 6, Jógvan G. Joensen 4, Borgar M. Persson 3, Pætur G. Joensen 3, David Jacobsen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Rani Funn 1 og Marius Joensen 1.
H71 II: Halgir Dahl Olesen 5, Boas Heinesen 3, Djóni Gaard Joensen 2, Ólavur Joensen 2, Rasmus Rosendahl Rasmussen 2, Niklas H. Højgaard 2, Rani Højgaard 1 og Esbern Patursson 1.