FC Argir og B36 hava verið í samráðingum, og feløgini bæði eru blivin samd um eina avtalu um, at stig-Roar skiftir felag eftir dystin ímóti ÍF leygardagin.
Sjúrður Olsen frá FC Argjum sigur við heimasíðuna hjá AB, at tað sjálvandi er ein vansi at lata ein so góðan leikara sum Stig-Roar fara. Men við fíggjarligu støðuni í huga, so eru teir ´´i AB noyddir at lata Stig-Roar fara.
Sjúður sigur eisini við heimasíðuna hjá AB, at teir trúgva upp á sínar egnu leikarar, at teir veksa við uppgávuni. AB er í løtuni niðast, men ætlanin er at kempa fyri at halda fast í plássinum í Vodafonedeildini. FC Argir arbeiðir eisini víðari við att fáa styrk til seinnu hálvu av kappingarárinum.