Stjólu fleiri hundrað pinkubørn

Eitt mál um pinkubarnastuldur er við at gerast tann størsta gølan í nýggjari tíð í Spania, og nú bendir okkurt á, at talan er um fleiri hundrað ella kanska fleiri túsund nýfødd børn.

Í rættinum í Madrid er tann 80 ára gamla nunnan María Gómez Valbuena (myndin) ákærd fyri at tann, sum legði barnaránini til rættis. Ein maður, sum vitnaði í málinum í dag, greiddi frá, at hann hevði ættleitt ein barn í 1980, og at tað var María Gómez Valbuena, sum gav honum barnið. Maðurin segði, at hann kendi nunnuna aftur.

Sambært tíðindastovunum eru nógv pinkubørn rænd og burturflutt á sponskum sjúkrahúsum síðani seinna heimsbardaga. Nógvar mammur fingu at vita, at tær høvdu fingið eitt deyðføtt barn, men í fleiri hundrað ella kanska fleiri túsund førum var barnið livandi, men burturflutt og seinni ættleitt øðrum.