Stjørnan-Kyndil 35-25 (18-15):
Í seinastu dystunum móti Neistanum og VB hevur Stjørnan veruliga havt stórspælið frammi.
Tí var ikki væntandi, at Kyndil kundi gera nakað sum helst við oddaliðið, og við einum tapi upp á 10 mál var tann spádómurin so ikki gjørdur fyri skommum.
Men Kyndil royndi tó at spæla sín møguleika. Stjørnan var kanska ikki heilt so væl gearað hesaferð, og fyri steðgin megnaði Kyndil so hampuliga væl at fylgja við.
Og hóast tað alla tíðina so tungt út hjá gestunum, so var tað kortini ikki fyrr enn seinastu løtuna, at tað veruliga skrædnaði millum liðini. Ikki minst tí spælararnir hjá Stjørnuni eru somikið væl fyri kropsliga, og tí veruliga kundu seta trumf á seinastu løtuna, tá Kyndil varð runnið niður og norð.
Enn sum áður er Stjørnan greitt á odda í Sunset-kappingini, og tann støðan verður so ikki broytt í endaspælinum. Har er einasti spurningurin, hvør verður mótstøðan í finaluni.
Kyndil tykist hinvegin hava rokkið fremsta málinum um at halda sær burturi frá botninum. Og í so máta høvdu tær væl ráð at liva við tapinum í Klaksvík.
Fakta um dystin
Stjørnan-Kyndil 35-25 (18-15)
10 min: 7-6
20 min: 12-11
40 min: 22-18
50 min: 27-23
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 10, Simona Petersen 10, Una Olsen 5, Durita Ljósstein 4, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson 2, Hann Mikkelsen 1, Bára Skaale Klakstein 1
Kyndil: Jackiln Durhuus 8(3), Randi Wardum 6(2), Lina Andriulyte 5, Tordis Tróndarson 2, Barbara Egilstrøð 1, Ása Apol 1, Eyðritt Andreasen 1, Mia Káradóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 5
Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 5
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen